Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.




Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Viðurskiftini í Mjørkadali eru ikki nøktandi

2020-02-07 11:09

 

Viðurskiftini í Mjørkadali eru ikki nøktandi

 

Fyri jól viðgjørdi Løgtingið nýggja rættargangslóg. Í tí sambandi kom púra greitt fram, at viðurskiftini í Mjørkadali ikki eru nøktandi.

 

Mjørkadalur er hvørki bygt til at vera ein arrest ella fongsul, men Mjørkadalur hýsir bæði arrestini og virkar sum fongsul, hóast tað galda ymiskar reglur fyri varðhaldsfongslaði og tey, sum sita dóm.

 

Víst er á av fleiri pørtum, at karmarnir í Mjørkadali eru beinleiðis atvoldin til, at fleiri avbyrgingar eru enn neyðugt, og at tað meira enn so fyri, at fólk vera avmarkað óneyðuga nógv orsakað av fysisku kørmunum. Tað er kent, at avbyrging hevur skaðiliga ávirkan, eisini hóast talan er um styttri tíðarskeið. Tí er tað alt annað enn nøktandi, at fleiri avbyrgingar enn neyðugt eru, orsakað av umstøðunum í Mjørkadali. Hetta eigur als ikki at vera góðtikið.

 

Hølisviðurskiftini hava eisini tað við sær, at fólk, sum sita dóm í Føroyum í fleiri førum vera bæði meira og óneyðuga frælsisskerd enn ásett í dóminum. Hetta snýr seg um so ymisk viðurskifti sum onga atgongd til alnótina til avbyrging. Tørvurin á betri fysiskum kørmum er tí eyðsýndur.

 

Í nøkrum førum fara fólk til Danmarkar at sita partvís av somu orsøk. Tá kann dómurin gerast nógv harðari enn tilætlað. Tað er ongin ivi um at, tað at skulu sita dóm í einum øðrum landi við m.a. aðrari mentan, málið og avmarkaðum møguleika at fáa vitjan kann vera ein óneyðug herðing av dóminum hjá fólki, sum um hølisviðurskiftini vóru til tess, kundu sitið dómin í Føroyum.

 

Somuleiðis er víst á manglandi arbeiðsmøguleikar, sum geva innihald í gerandisdegnum hjá teimum, sum sita inni.

 

Í nýggju rættargangslógini eru ásettar reglur um tíðaravmarking á avbyrgingingar. Hetta er rætt at gera og kann vera ein bati. Men samanumtikið er tað ikki víst, at hetta hevur ætlaða virknaðin, nevniliga at fáa talið á avbyrgingum niður.

 

Hølisviðurskiftini verða søgd at vera høvuðstrupulleikin, og hetta má takast í nógv størri álvara, og neyðug stig eiga at verða tikin at bøta um støðuna.

 

Tað er ikki óhugsandi, at tað at málsøkið ikki er á føroyskum hondum er viðvirkandi til at uppmerksemi um hetta økið ikki fyllir nógv hvørki alment ella í politisku skipanini. Tá ið vit ikki skulu taka støðu hava vit heldur ikki altíð neyðuga innlitið. Tá ið vit taka ábyrgd og standa til svars vera málsøkini uttan iva betri røkt.

 

Hetta eru viðurskifti eg havi sett løgmanni nakrar fyrispurningar um

 

Sirið Stenberg, Tjóðveldi