Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.


 

Soleiðis leggur tú á Lesarin

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Viðurkennið Jerusalem sum høvuðsstað

Fólkaflokkurin boðar við hesum alment frá, at vit fegnast um og taka undir við, at Jerusalem verður viðurkendur sum høvuðsstaður Ísraels.

Jerusalem verður nevndur 6-700 ferðir í gamla og nýggja testamenti, hevur verið heilagi staðurin hja Ísraels fólki síðan ísraelski staturin varð stovnaður og viðurkendur av ST í 1948, hjá jødum allar tíðir og hjá kristnum fólki kring allan heim í 2.000 ár.

Býurin verður als ikki nevndur í Koranini og er tí ikki søgulig ogn hjá palestinum, so sum muslimar halda uppá.

Í ár eru 50 ár, síðan Jerusalem aftur gjørdist hart vunna ogn hjá statinum Ísrael og ísraels fólki í 6-daga krígnum 1967.

Fólkaflokkurin vónar, at ikki bert USA, men eisini onnur av heimsins londum viðurkenna Jerusalem sum høvuðsstað Ísraels og vinda síni tjóðarfløgg í húnar hátt yvir sínum sendistovum í Jerusalem, søguliga og tískil náttúrliga høvuðsstaði Ísraels.

Fólkaflokkurin