Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.


 

Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Viðmerkingar til ummælið hjá Høgna Johannesen av filminum Utøya 22. juli

Vit eru fyri kortum gjørd varug við innslagið á blogginum hjá Høgna Johannesen, Kristindómur Svarar "Tankar um filmin Utøya 22. juli", og kenna okkum noydd at koma við fylgjandi viðmerkingum:

Gerningsmaðurin var ikki sálarliga órógvaður

Høgni Johannesen skrivar m.a., at gerningsmaðurin handan álopið hin 22. juli ikki umboðar høgravenda hugsan, men psykopatismu.

Hetta passar einfalt ikki. Gerningsmaðurin hevur onga sálarliga diagnosu, og rættarpsykiatarin metti hann vera fullkomiliga føran fyri at standa til svars fyri sínar gerningar í rættinum. Við øðrum orðum var gerningsmaðurin ikki sálarliga órógvaður, tá hann framdi álopið og tók lívið av 77 menniskjum.

Politiskt álop

Gerningsmaðurin var ein høgraekstremistur, og álopið var politiskt. Málið var táverðandi norska javnaðarstjórnin og ungmannafelagið hjá norska Javnaðarflokkinum. Afturat tí hevur gerningsmaðurin útgivið sína egnu drúgvu manifest, har hann útdjúpar sínar tankar um m.a. marxistar, islam og um tey, ið síggja aðrar loysnir, enn at gera enda á islam. Tað var tað triðnevnda, ið var málið í álopinum.

At kalla gerningsmannin ein psykopat er at fráskriva sær samfelagsábyrgd. Høgraekstremisma er ein veruleiki, og hon er vaksandi í Evropa. Tað er okkara ábyrgd at gera alt, vit kunnu, fyri at forða fyri, at menniskju koma so langt, at tey síggja loysnir í at taka lívið av øðrum.

Høgraekstremisma kann ikki rættvísgerast við radikalari islamismu

Høgni tekur upp dømi úr Stóra Bretlandi, har hann skýrir vinstravendum at leggja bond á løgreglu, almennar tænastur og miðlar fyri at steðga víðgongdari islamismu.

Hesar ræðuligu og syrgiligu hendingar, ið eru úrslit av víðgongdari islamismu, mugu sjálvsagt steðgast, men loysnin er ikki einføld. Vit noyðast at vera humaniter, og tað er langt frá altíð lætt. Vit kunnu ikki taka lívið av teimum, hvørs gerðir eru andstyggiligar - eins og vit ikki taka lívið á gerningsmanninum handan 22. juli-álopið. Høgni skýrir vinstravendum at vera "politisk korrekt" og harvið líkasæl - hesum ynskja vit staðiliga at vísa aftur. Vit ynskja at vera humaniter, hóast vit eru greið yvir, at tað er trupult.

Høgni hevur fullkomiliga misskilt tað, sum Utøya snýr seg um

Heldur enn at forsvara høgraideologi, eigur Høgni Johannesen at hyggja inneftir, og spyrja seg sjálvan, hvat hann kann gera fyri at steðga høgraekstremismu. Tað er ongastaðni í filminum, at líkheitstekin verður sett millum vanlig høgravend og høgraekstremistar.

Eftir at fleiri okkara hava vitjað á oynni Utøya eftir álopið hin 22. juli, er tað okkum týðiligari enn nakrantíð, at samanhaldið er sterkasta amboðið.

Breivik varð føddur og vaks upp í Noregi. Hann gekk í barnagarð, skúla og miðnámsskúla í einum vælmentum og modernaðum vælferðarsamfelagi. Einaferð hevur hann havt dreymar og visjónir um eitt gott lív, men okkurt gekk galið, og eingin loftaði honum.

Søga hansara er kompleks og kann vera torfør at skilja, men detta vit í felluna og gera hann ómenniskjasligan, gloyma vit eisini, at vit hava eina ábyrgd fyri okkara medborgarum. Málið má vera, at øll skulu vera ein partur av samanhaldinum, og at vit øll eiga at hava rætt til at yttra sínar meiningar, so leingi vit ikki taka frælsið frá nøkrum øðrum.

Tað er tað, sum Utøya snýr seg um. Ikki at hata, men at læra. Og mest umráðandi av øllum: Ikki at gloyma.

Sosialistisk Ung