Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.




Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Viðmerkingar til pallborðsfund

2019-04-08 17:02

Viðmerking til Jenis av Rana um kommunulæknaviðurskifti.

Á aðalfundi, hjá Kommunufelagnum herfyri, varð eisini skipað fyri pallborðsfundi.

Komið varð inn á tvíbýtið millum land og kommunu, og møguligar óhepnar borgarastøður í hesum sambandi.

Eitt av evnunum var læknaviðurskifti – har kommunan, sum nú er, tryggjar høli, meðan landið hevur ábyrgdina av læknunum.

Landsstýriskvinnan í heilsumálum vísti á betri tænastu til borgaran, um landið tekur sær av báðum.

Men Jenis av Rana, noktaði fyri hesum, “nei, vit hava tað gott saman við kommununum, vit eru fakligheitin og vit vita hvat vit hava við at gera,´’ nakað soleiðis vardi Jenis núverandi skipan, sum hann segði seg arbeiða í, tá hann ikki var í løgtinginum.
 
Og ein hevði lyndi til at spyrja, um skipanin er til fyri fólkið ella um hon er til fyri læknarnar. 

Á aðalorðaskifti um heilsunýskipan – eru nógv viðurskifti lýst, og sjóneykan verður sett á, at tær kanningar og viðgerðir, sum kunnu gerast uttanfyri sjúkrahúsið, verða gjørdar uttanfyri sjúkrahúsi.

Bæði sum ein sparing í rakstri og eisini sum ein tænasta til borgaran, sum fær viðgerðir og heilsufremjan í nærumhvørvinum. 

Og tá er ikki talan um læknafakið burturav, men alt supplerandi, sum kann koma uppá tal í tilgongdini at halda fólki, í fyrstu atløgu frísk og ferðug sum longst, í øðrum lagi, fyribyrgjan ella viðgerð á staðnum og í triðja lagi, á sjúkrahúsi.
 
Hesi viðurskifti hevur landsstýriskvinnan í heilsumálum arbeitt við sum eina hølisyvirtøku frá kommununum, og sum eina nýskipan í heilsudeplar til frama fyri borgaran. 

Men hesum vildi Jenis av Rana, lækni, ikki vita av. “Verandi skipan er góð fyri læknarnar”. --

Seinni kom orðaskiftið inn á eldraøkið, og um hvussu útleggingin til kommunurnar hevði eydnast. 

Tá var Jenis av Rana eisini avgjørdur, “minnist til at spyrja eldru fólkini, ikki bara politikkararnar, nei, spyrjið fólkið um, hvussu alt hevur eydnast.”
Nú var tað bráddliga fólkið, sum skuldi spyrjast! 

Jú, løgin hugburður sum møguliga avdúkar málið – fyrst at arbeiða fyri sær sjálvum, kørmum og lønum og síðani við politiskum tilverugrundarlagi, við at tekkjast eldri borgarum.

Jú, freistist til at siga soleiðis. Hevði ynskt betri samstarv yvirhøvur, fólkinum at frama.

Bergun Kass, býráðslimur fyri Framsókn