Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.




Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Viðmerkingar til nýggju el-prísirnar hjá SEV til elbilar

2019-03-25 13:20

Eftir tí, sum SEV nevndi í útvarpinum á døgurða hósdagin 21/03, haldi eg, at til ber at staðfesta, at SEV kennir ikki brúkararnar í Føroyum, sum hava gjørt íløgu í elbil og ei heldur teir sum vónandi fara.

At sipa til, at summi, sum eru ónøgd við at prísirnir á almennu løðistøðunum verða so høgir, eru ónøgd, tí tey hava “fingið ókeypis streym” í longri tíð og nú knappliga skulu til at gjalda, er at flyta fokusið burtur frá SEV, og útsøgnin hjá SEV er lítið virðilig.

Lat meg undirstrika, at eingin elbilaeigari, eg kenni, ætlar at fáa el-orkuna ókeypis. Eg, sum elbilaeigari, havi løtt bilin nógv heima og goldið fyri tað. Men tað, sum hevur størri týdning, er, at fyri yvirhøvur at kunnu eiga ein elbil, og fyri at kunna løða heima, hava vit gjørt íløgur, ið eru fleiri ferðir størri enn tað, sum vit koma at spara í orku nógv ár fram í tíðina. Fyri tað fyrsta kundu vit havt valt ein bíligari bensin- ella dieselbil at koyrt í, tí enn eru elbilar nakað dýrari enn “vanligu” bilarnir.

Harumframt hava vit goldið fyri at fáa el-innleggingina gjørda, so tað ber til at hava eina heimaløðiboks. Henda íløgan einsamøll tekur nøkur ár at spara innaftur.

Eg vóni, at vit ikki fáa hatta skotið aftur, og at fokusið verður á rætta stað.

Eg haldi, fokusið eigur at vera á hesum: hvussu ger SEV eina skipan, sum ger, at tað ber til hjá øllum, sum vilja velja ein elbil ístaðin fyri ein bensin- ella dieselbil, kunnu tað, uttan at skula gjalda meir í rakstri enn ein bensin/diesel bilur pr. km koyring? Fyri at eggja fólki til at velja el-bil, eigur rakstrarprísurin pr. km av koyring helst eisini at vera eitt sindur bíligari (innan fyri karmarnar, ið SEV nú einaferð hevur at arbeiða undir). Við vanliga elprísinum pr. kWt er hetta higartil eitt roknistykki, ið gongur upp.

SEV hevur eisini gjørt nógv fyri, at hetta fer at bera til. Almennu løðistøðini eru væl plaserað.

Løðiboksin heima er til láns, og SEV fólkini, sum eru úti á feltinum, eru hjálpsom og gera skjótt av. Og nú fer eisini at bera til at fáa bíligari streym heima til elbilin. Tá ið hetta er sagt, burdi SEV ikki gloymt, at hetta er ikki einsíðugt. Elbilaeigarar hava eisini við sínum íløgum gjørt sítt til, at teir kunnu vera við. Eingin er óvitandi um, at í longdini er tað SEV, sum kemur at vera stóri vinnarin frá hesum rákinum. Jú meira samfelagið leggur um til el-orku, jú sterkari stendur SEV.

SEV hevur sjálvandi ein trupulleika. Teir vilja hava fleiri fólk at brúka meir el, sjálvandi bæði við vinningi og - vónandi sum tíðin gongur - við umhvørvinum í huga. Men elnetið og framleiðslan av streymi, mann hevur í dag, klárar ikki, at nógv brúka almennu løðistøðirnar, og tað klárar ei heldur tað, at nógv fáa sær elbil og fara at løða heima gjøgnum dagin, tá ið teimum lystir. Tí vil SEV gera tað soleiðis, at flest møgulig fara at løða heima millum kl. 21 og kl. 06. Tí er SEV komin við nýggja prísmynstrinum.

Nýggja prísmynstrið sæst lutvíst á heimasíðuni hjá SEV. At løða heima kostar vanliga kWt prísin. Tað nýggja er, at um vit gera eina íløgu, so ber til at fáa 50 oyru bíligari kWt-takst millum kl. 21 og kl. 06.

Hetta tó treytað av, at tú letur SEV stýra, akkurát nær og við hvussu nógvari effekt, bilurin skal løðast. Um tú vilt yvirstýra SEV, kostar tað 25 kr. hvørja ferð. Dømi: at løða 20 kWt heima (SEV stýrir) kostar ca. 38 kr. Í okkara føri svarar hetta til ca. 100 km koyring. Um eg velji at byrja at løða her og nú kemur so 25 kr. oman á, t.v.s. áleið 63 kr. fyri 100 km. At løða í almennu løðistøðunum veldst um, hvat fyri elbil, tú hevur, og løðieffektina, tú løðir við. Fyri tað fyrsta verður tað ikki bara pr kWt, men ein minutttakstur eisini. Fyri nógv verður hetta bara til eitt val millum 3,75 kr/min um dagin ella 2,50 kr/min um náttina. Alt eftir, hvat slag av bili hetta er, kann tað taka millum 30 og 60 minuttir at løða 20 kWt (eru okkara royndir). Siga vit 45 minuttir at løða 20 kWt kostar tað um dagin ca. 170 kr – fyri at kunna koyra ca. 100 km.

Dømi at koyra ca. 100 km:
(Fyrivarni: hetta er heilt runt roknað og út frá okkara royndum við at løða okkara elbilar.)

Bensin: taka vit ein bensin bil, sum klárar 15 km uppá liturin, kosta 100 km koyring: ca. 62 kr.

El løtt heima: til vanliga kWt takst, har SEV sleppir at stýra: ca. 38 kr.

El løtt heima: til vanliga kWt takst, har tú velur sjálvur, nær tú byrjar at løða: ca 63 kr.

El løtt heima: við íløguni í málara nr. 2., og har SEV stýrir, nær tú løðir millum kl. 21 og kl. 06: ca 28 kr.

El løtt við almennu løðistøðirnar: við 45 minuttum um dagin við 50 kW: ca 170 kr.

El løtt við almennu løðistøðirnar: við 45 minuttum um náttina við 50 kW: ca 113 kr.

Út frá hesum, skal ein, sum ikki hevur møguleika at løða heima, gjalda (til alla praktiska elbilanýtslu) 108 kr. meir enn ein bensinbilur fyri hvørjar 100 km. Ella í besta føri (um mann sleppur bara við at løða um náttina, ið er óhugsandi) kostar tað ca. 51 kr meir pr 100 km.

Tí vil hetta nýggja prísmynstrið útiloka fleiri, sum ikki hava umstøður at løða heima, og forðar fleiri í at kunnu velja elbil fram um bensin- ella dieselbil, og rakar hart teir brúkarar, ið longu hava elbil við smáum battaríum ella brúkarar, sum ikki hava umstøður til at løða sum mest heima.

1. At øll ikki hava umstøður at løða heima, er ikki ein trupulleiki, vildi SEV vera við í Útvarpinum hósdagin, tí tey, sum búgva í íbúðum, kunnu fáa eigarafeløgini at skipa so fyri at fáa løðiboksir heima hjá teimum. Men hetta ber nokk bara til hjá nøkrum, ið búgva so, og bert um nóg mong av teimum, ið búgva har, vilja keypa elbil og gera íløgur í løðiboksir. Um mann so leggur afturat øll tey, ið leiga í kjallaraíbúðum (ella líknandi) ella tey (ofta ung), sum ikki fáa fasta leiguíbúð, so eru tað nokk rættiliga nógv, sum SEV ikki hevur tikið hædd fyri.

Við øðrum orðum ber til at siga, at hetta nýggja prísmynstrið ger, at tað verða bara tey ríkaru og mest etableraðu, ið kunnu umhugsa at velja elbil fram um bensin- ella dieselbil.

2. Hin síðan, sum SEV ikki tykist havt umhugsað við hesum nýggja prísmynstrinum, eru tey, sum longu hava gingið á odda at fingið sær elbil. SEV sipaði til, at tey, sum hava eldri elbilar ella elbilar við smærri battaríum, mugu bara endurnýggja seg og keypa sær nýggjari elbilar, so tey ikki nýtast at brúka almennu løðistøðirnar so nógv. Hetta tykist sera illa umhugsað.

Hetta merkir, at ein, ið vil keypa ein elbil, má altíð keypa tað nýggjasta, og als ikki hugsa um at keypa ein brúktan elbil, og, sum støðan er í dag, er nokk betri at bíða í nøkur ár, til battaríini hava betri kapasitet. Kanska eitt ekkó av tí, sum ein politikari hevði frammi ein dagin í útvarpinum: best um føroyingar ikki ganga á odda við slíkum, tí vit eru so smáar allíkavæl, og tað, vit gera fyri umhvørvið, hevur so lítla effekt – lat onnur ganga fremst og gera royndirnar og gjalda fyri framburðin, áðrenn vit taka hetta til okkum.

Hjá summum er avleiðingin av hesum beinleiðis tann, at elbilurin má seljast, men so er tað tað, hvør vil tá keypa ein slíkan bil...?

Eitt annað, sum SEV vísir til er, at nú kunnu elbilaeigarar fáa bíligari streym til at løða elbilin heima millum kl. 21 og kl. 06. Men SEV “gloymir” at nevna, at her skal elbilaeigarin hava gjørt eina íløgu, áðrenn hetta fer at bera til hjá kundunum. Hjá summum verður hendan íløgan ikki so bílig, og tað koma aftur at ganga nøkur ár, áðrenn íløgan hevur goldið seg inn aftur. Hetta er serliga ørkymlandi fyri tey, sum gjørdu eina íløgu í sambandi við at fáa løðiboksina setta til - summi so seint sum fyri einum ella tveimum mánaðum síðani eftir vegleiðing frá SEV, sum tá einki nevndi um dimensiónir, slag av HPFI o.a. til at taka hædd fyri í sambandi við at seta ein málara nr. 2 til. Og nú skulu vit aftur eftir einum el-innleggjara, tá ið teir hava tíð, og gjalda meir fyri tað, sum kundi havt verið gjørt samstundis sum fyrra íløgan. Summi, havi eg skilt, koma at vera noydd at gera tað mesta av innleggingini umaftur í sambandi við dimensiónir av kaðalum o.a. Eg havi tosað við onkran el-innleggjara, og talan er í minsta lagi um eini 6-8000 kr. fyri útgerð og arbeiðsløn. So har fer sparingin tey fyrstu árini – so tað kann ikki setast upp í móti teimum dýru satsunum fyri at løða á almennu løðistøðini.

Í nýggjastu skjølunum frá SEV um uppsetan av málara nr. 2 stendur eisini, at um ein kundi velur at løða bilin her og nú, also ikki lata SEV avgera, nær bilurin verður løddur, kemur eitt eyka gjald oman á á 25 kr. fyri hvørja ferð.

Út frá hesum omanfyri má sigast, at SEV rættiliga harðrent vil stýra tí, soleiðis at elbilanýtslan í Føroyum bert er til summi fólk við røttu umstøðum, og sum hava eitt brúksmynstur, sum passar til, at vit bert løða bilin millum kl. 21 og kl. 06 - og tað er upp til SEV, um bilurin verður løddur fult tá ella ikki, tí SEV stýrir bæði nær á degnum og longdina og effektina av løðingini. Hetta ger meg ikki sørt ótryggan, um eg bara havi ein elbil at lýta á til flutning.

Niðurstøða
Við atliti til tað, ið nevnt er omanfyri, vil eg tí staðiliga heita á SEV at hugsa av nýggjum um prísirnar í sambandi við almennu løðistøðirnar, serliga við atliti til tey, sum ikki kunnu velja at løða heima, og til tey, sum vegna stødd av battaríi, aldri av bili ella brúksmynstri verða noydd at løða við almennu løðistøðirnar størsta partin av tíðini. Í ringasta føri eigur SEV at útseta prísingina inntil hetta er meira gjøgnumhugsað, og brúkararnir eru hoyrdir.

Tá ið samanum kemur, arbeiða vit borgarar og SEV vónandi fyri tí sama: at flyta meir og meir yvir til grøna orku. Lat ikki henda gylta møguleikan, og rákið sum tykist vera byrjað, um at fleiri byrja at velja elbil framum bensin- ella dieselbil, gleppa okkum av hondum – vit mugu og kunnu ganga á odda í Føroyum við at koma nærri einari framtíð við grønari orku – ikki tí tað ger so stóran mun fyri heimsumhvørvið beinleiðis, men fyri at vísa næstu ættarliðunum, at tað ber til at vera við til at broyta livihátt, og at vit vóru við – og kanska Føroyar eisini kann gerast eitt dømi til íblástur í størri londum – hvør veit...

Justin Philbrow, Toftir