Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.


 

Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Viðmerkingar til kjakið um søluna av Sjúrðarbergi

Nevndin í JFK tók herfyri ta avgerð at selja Sjúrðarberg. Skipið hevur mongu seinastu árini verið annað skipið hjá samtakinum, sum hevur fiskað kvotuna í Barentshavinum.

Eftir at sølan varð almannakunngjørd, hevur ávísur almennur áhugi verið um orsøkina til at skipið varð selt, tí hesar viðmerkingar.

Tá málið var fyri á nevndarfundi, varð kjakast um hvørt vítt tað er rætt frameftir at hava eitt, ella tvey skip at fiska kvotuna í Barentshavinum.

Niðurstøðan varð, at JFK eftir øllum at døma ikki undir verandi fiskivinnuskipan fer at hava nóg stóra kvotu til tvey skip.

Kvotan í Barentshavinum er í 2018 umleið 27.700 tons eftir at hon er minkað frá 2017 og kvotan fer væntandi at minka enn meira í 2019. Av kvotuni í 2018 vórðu 17 % seld á uppboðssølu.

Um kvotan er 27.000 tons, ella minni, skulu 15 % seljast á uppboðssølu og Landstýrið kann nær sum helst taka ta avgerð, at upp til 8,5 % av kvotuni skal lutast út sum menningarkvotur. Øll kvota omanfyri 27.000 tons skal frameftir seljast á uppboðssølu.

Tað vil siga, at tann kvotan, sum JFK undir verandi skipan við vissu hevur, ikki verður hægri enn uml. 9.300 tons, sum svarar til tað nøgd, sum Gadus klárar at fiska.

Tað ber til at keypa kvotu at uppboðssølu og felagið hevur hepnast at keypa kvotu í 2018, men mett verður ikki, at tað er ein nøktandi skipan at keypa kvotu á uppboðssølu, í hvussu so er ikki at eiga skip og hava manning tøka til at fiska kvotu, sum tað møguliga eydnast at keypa. Her skal eisini havast í huga, at uppboðssøluleisturin sum hann higartil er skipaður, í stóran mun eggjar til at aðrir enn verandi aktørar skulu bjóða og keypa kvotu, sum verður boðin út.

Tað er rætt, at kvotan fyrr hevur verið lægri enn nú og at JFK tá hevur haft tvey skip at fiska, men munurin í mun til nú var, at felagið visti, at um kvotan aftur hækkaði, fekk felagið sín part. Hetta er ikki galdandi eftir at fiskivinnunýskipanin er samtykt. Annars kann leggjast afturat at tá vórðu aðrir møguleikar at fiska til kvotan aftur hækkaði, m.a. á Flemish Cap, ella í Irmingarhavinum.

Tí varð avgjørt at selja Sjúrðarberg og tí er tað rætt, sum stjóri felagsins hevur greitt frá um grundgevingarnar fyri at selja.

Vegna nevndina í JFK

Niels Winther Poulsen, nevndarformaður