Tað riggar í løtuni ikki at leggja lesarabrøv á Lesarin.fo umvegis Facebook.

Fyribils skulu lesarabrøv sendast til redaktion@knassar.fo, so leggja vit tað út fyri teg.

Viðmerkingar frá Heilsuskúla Føroya til framløgur á ráðstevnuni hjá Landsfelag pensjónista 15. mars

2022-03-16 14:50

Á ráðstevnu hjá Landsfelag pensjónista 15. mars, vóru fleiri ymiskar røddir frammi um, mangul uppá starvsfólk í eldraøkinum í Føroyum, og komu hesi eisini inn á útbúgving av fólki í Føroyum. Eftirfylgjandi kundu vit á Heilsuskúlanum ynskt at vit sjálvi vórðu sloppin at upplýsa um okkara útbúgvingar, tí har komu nógvir skeivir upplýsingar fram og tískil koma nakrar rættleiðingar her.

Heilsuskúli Føroya hevur í dag tríggjar útbúgvingar, heilsuhjálparaútbúgving, heilsurøktaraútbúgving og námsfrøðihjálparaútbúgving. Inntil víðari hava allir næmingar koyrt eftir sama leisti í hvørjari útbúgving sær, sum svarar til føroysku kunngerðina sum er galdandi á økinum. Hesir hava tó fingið góðskriva almenn fak sum frammanundan eru staðin og starvsvenjingartíð, sum svarar til 3 mánaðir, um tey hava havt nógvar arbeiðsroyndir.

Harafturat hava vit í Føroyum ein lóg um førleikameting, har heimild er til at førleikameta fólk við nógvum arbeiðsroyndum. Krøvini eru ógvuliga nágreinilig og nú vit ætlað okkum undir nýggjan útbúgvingarleist so verða tað royndir starvsvenjingarvegleiðarar í Føroyum, sum skulu verða við til at førleikameta hesar umsøkjarar út frá heilt greiðum krøvum um førleikar.

Føroysku útbúgvingarnar koyra eftir donskum leistum, og hetta er týdningarmikið tí útbúgvingin skal verða samsvarandi, um okkara næmingar skulu undir víðari útbúgving og tí at okkara heilsurøktaranæmingar fáa danska autorisatión tá tey fáa prógv. Tískil kann ikki víkjast frá teimum krøvum sum har eru sett.

Tá tosað verður um at stytta heilsuhjálparaútbúgvingina, er í veruleikanum talan um at góðskriva starvsvenjingartíðina ígjøgnum førleikameting, hjá væl royndum fólki, sum hava verið leingi í økinum. Ástøðin er óbroytt í mun til upprunaleistin, men næmingar yvir 25 ár við nógvum royndum, sleppa undan at taka grundforløb 1 og 2, sum verða brúkt í DK.

Leisturin sum ætlanin er at fara í gongd við verður kallaður næmingaútbúgving fyri vaksin (elevuddannelse for voksne – EUV). Hesin møguleikin er longu til staðar í Danmark í dag, og tað eru longu í dag, føroyingar sum fara til Danmarkar at taka hendan leistin.

Heilsuskúli Føroya er í løtuni í gongd við eina stóra menning og broytingartilgongd, sum enn ikki hevur verið gjørd almenn. Hetta kemst av, at tað eru nógv ymisk viðurskiftir sum skulu fáast uppá pláss ella kannast, áðrenn broytingar kunnu setast í verk. Hetta eru lógartekniskar forðingar, mannagongdir, upptøka, førleikameting og uppfylging uppá tey krøv, sum okkara næmingar skulu liva upp til í mun til víðari útbúgving.

Tískil harmist eg um at áhugapartar sum eru blivnir hoyrdir, fara út í almenna rúmið við sínum innlitið, áðrenn komið er á mál við arbeiðinum, og hartil koma við skeivum ella villeiðandi upplýsingum. Næmingar sum taka útbúgvingina eftir hesum leistinum hava akkurát somu møguleikar sum onnur at lesa víðari.

Harafturat fari at eg gera vart við at Heilsuskúli Føroya als ikki hevur gjørt nakra avtalu við nakra kommunu í Føroyum, sum man annars kundi skilt út frá tí sum kom fram. Heilsuskúli Føroya, er ein almennur skúli, sum er fyri allar føroyingar, og tískil er tað óheppið, at kommunur føra fram, at tey eru á veg inn í eitt samstarv við Heilsuskúlan, borið fram á tann hátt, at hetta kann misskiljast, sum at nakrar kommunur í Føroyum hava nakran fyrimun. Heilsuskúlin er fyri øll, og øll sum søkja, hava sama møguleika at verða upptikin, út frá teirra fyritreytum, uttan mun til hvørjari kommunu tey búgva ella arbeiða í.

Tað er rætt at Heilsuskúlin hevur havt fund við nakrar kommunur. Heilsuskúlin hevur ikki lagt upp til hesar fundir, tað hava kommunurnar sjálvar gjørt, og Heilsuskúlin hevur tikið ímóti teimum, fyri at lurta eftir teirra ynskjum og tørvi. Tað er møguligt at tillagingar skulu gerast í teimum ætlanum sum vit sjálvi hava sett út í kortið, og tískil hava vit verið opin fyri samskifti tíðliga í tilgongdini. Ongar avtalur eru gjørdar á hesum fundum, men heldur hevur verið tosað um tørv og møguligar loysnir.

Nakað annað er at Heilsuskúlin ynskir samstarv við kommunur í Føroyum, í samband við at fáa førleikamett fólk við nógvum royndum, sum ynskja at blíva útbúgvin. Heilsuskúlin fer tí eisini, at seta seg í samband við kommunur í Føroyum, um hendan møguleikan og vónar at kommunurnar fara at stuðla sínum starvsfólkum í at útbúgva seg.

Annars fari eg at heita á allar áhugapartar um at umtala hetta økið við meira virðing. Heilsuskúlin er opin fyri at lurta eftir tørvi hjá øllum partum og vit ynskja at verða við til at uppbyggja álit millum partarnar í samstarvinum. Tískil er tað sera óheppið, at retorikkurin rundan um hesar útbúgvingarnar er so harður og niðurgerandi, tí tann retorikkur sum í løtuni sæst í miðlunum er ikki gagns, hvørki fyri okkara næmingar, áhugan fyri økinum ella starvsøkið sum heild. Ei heldur er hann gagnligur fyri álit og samstarv millum tey sum vara av økinum.

Vivie Kirke Davidsen
Skúlastjóri
Heilsuskúli Føroya