Tað riggar í løtuni ikki at leggja lesarabrøv á Lesarin.fo umvegis Facebook.

Fyribils skulu lesarabrøv sendast til redaktion@knassar.fo, so leggja vit tað út fyri teg.

Viðmerking til sendingina um sonevnda tollmálið

2014-05-27 23:22

Viðmerking til sendingina í KvF um sonevnda tollmálið, sum viðvíkur leiklutinum hjá undirrritaða sum stjóra fyri P/f N Niclasen fyri 20 – 25 árum síðani.

Í sendingini varð víst til skjøl frá 1993 sum vísa, at felagið hevði fingið góðsfráboðanir uppá skyldugan toll, og at tollvaldið á eftirlitsvitjanum hevur staðfest, at vørur vórðu útflýggjaðar, sum ikki vóru tollavgreiddar.

Tað er rætt, at nevndu rykkjaraskriv vóru send felagnum og harmast undirritaði um, at umrøddu skjøl ikki vóru nevnd.

At nevndu góðsfráboðanir ikki blivu umrøddir á tíðindafundinum er sostatt eitt mistak, men hettar broytir einki uppá, at P/f N Niclasen rindaði allan skyldugan toll fyri 1992 og 1993.

Tað er skjalafast, at tollurin av umrøddu vørum varð goldin stutt eftir, at rykkjaraskrivini vóru send. Hetta var tó ikki umrøtt í sendingini hjá Kringvarpinum.

Skjølini í málinum vísa eisini greitt, at allar vørur, sum fóru um goymsluna hjá Skipafelagnum Føroyar til N. Niclasen í 1992, 1993 og 1994 vóru tollavgreiddar og at allur tollur bleiv goldin av innfluttari vøru fyri hetta tíðarskeiðið.

Skjølini í málinum vísa eisini, at landskassin ikki misti eina krónu í tolli fyri vøru, sum bleiv útflýggjað av goymsluni hjá Skipafelagnum eftir at tollkreditturin bleiv uppsagdur 1. februar 1988 og at gamla tollskuldin hjá P/f N Niclasen bleiv munandi niðurgoldin, meðan undirritaði var stjóri fyri P/f N Niclasen. Hetta var heldur ikki umrøtt í sendingini hjá KvF.

Jørgen Niclasen