Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.




Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Viðmerking til Heðin Lamhauge frá fakfeløgunum

2019-08-23 13:44

Til Heðin Lamhauge 

Víst verður til skriv tygara við viðmerkingum til arbeiðsmarknaðar kanningina ”Rumenar á loftinum”.

Fakfeløgini handan kanningina hava hesar viðmerkingar til skriv tygara:

Fakfeløg hava ein náttúruligan áhuga í at fáa staðfest, undir hvørjum treytum og umstøðum útlendsk arbeiðsmegi arbeiðir og livir í Føroyum. Tí varð avgjørt at seta í verk eina kanning, sum skjótt kundi geva eina mynd av støðuni, og av somu orsøk valdu feløgini at gera kanningina út frá einum journalistiskum sjónarhorni. Sum tað framgongur í sjálvari kanningini, er hon eisini avmarkað til ávísar partar av fremmandu arbeiðsmegini.

Samanumtikið er niðurstøðan í kanningini, at viðurskiftini hjá útlendskari arbeiðsmegi í Føroyum eru góð og í rímiliga góðum samsvari við føroyskar lógar- og sáttmálareglur. Tað fegnast feløgini um.

Hinvegin avdúkar kanningin eisini nakrar veikleikar í mun til støðuna hjá fremmandu arbeiðsmegini – serliga hjá føroyskum myndugleikum og ikki minst fakfeløgunum sjálvum, eins og spurnartekin verður sett við góðskuna av bústaðarviðurskiftunum hjá einum parti av útlendsku arbeiðsmegini.

Fakfeløgini duga ikki at síggja, at niðurstøðan staðfestir ólóglig bústaðarviðurskifti, og vit duga heldur ikki at síggja, at kanningin fellur dóm yvir Firmport. At Firmport og Heðin Lamhauge verða nevnd í kanningini, kann ikki undra nakran, tá hugsað verður um teirra umfatandi og centrala leiklut á økinum.

Greiningin av bústaðarviðurskiftunum hjá rumensku gesta arbeiðarunum er fyri okkum at síggja ein faktuell eygleiðing sæð við føroyskum eygum. Vit halda ikki, at lýsingin av bústaðarviðurskiftunum er illoyal ella á annan hátt fer út um mark. Um bústaðarviðurskiftini møguliga eru nøktandi eftir rumenskum ella øðrum útlendskum standardi, er fyri okkum ikki relevant.

Í skrivi tínum biður tú okkum um at taka títt skriv við í eftirmetingar okkara av kanningini. Tað er gjørt.

Tú setir eisini nakrar spurningar:

Tú spyrt fyrst um miðlaábyrgd ikki fylgir við einari slíkari kanning. Svarið er sjálvandi játtandi. Løgtingslóg um fjølmiðlaábyrgd frá 16. mai 2006 við seinni broytingum er galdandi fyri kanningina. Tú sigur í hesum sambandi, at tú ”nærum” ikki ert hoyrdur. Hetta samsvarar illa við tað, sum framgongur av sjálvari kanningini, og tað er onki, sum bendir á, at tú ikki hevur havt ríkiligt høvi til at koma fram við tínum til kanningina.

Annar spurningur er, hvat lógarbrot/óreglusemi Heðin Lamhauge/Firmport hevur gjørt. Sum longu nevnt, staðfestir kanningin ongastaðni, at Heðin Lamhauge ella Firmport hevur gjørt nakað ólógligt.

Tú førir eisini fram, at Heðin Lamhauge við kanningarálitinum er ákærdur og hevur mist grundlógartryggjaði rættindi. Tað er ikki rætt, men tað er rætt, sum tú sigur, at Heðin Lamhauge hevur lógarrætt til at søkja sær uppreisn, um hann meinar, at hann er ærumeiddur ella hevur verið fyri bakbiti.

Vinarliga

Føroya Arbeiðarafelag
Starvsmannafelagið
Føroya Handverkarafelag
Havnar Handverkarafelag
Havnar Arbeiðskvinnufelag
Føroya Pedagogfelag
Føroya Lærarafelag
Føroya Fiskimannafelag
Akademikarafelag Føroya
Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar
Heilsurøktarafelagið
Heilsuhjálparafelag Føroya
Havnar Arbeiðarafelag