Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.




Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Viðmerking til forsíðugreinina Burturvíst uttan orsøk í Dimmalætting 21. august

2020-08-26 07:47

Sveinur Tróndarson skrivar í vikuskiftisblaðnum hjá Dimmalætting um Joan Johansen, heilsurøktara, sum í septembur 2018 varð burturvíst úr starvi sínum í Heilsu- og umsorganartænastuni í Tórshavnar kommunu. Í blaðnum varð ljós aftur varpað á hetta syrgiliga málið, sum Heilsurøktarafelagið, vegna lim sín, kærdi til Løgtingsins umboðsmann (LUM). Tað er gott og neyðugt, at tað finnast fólk, ið hava dirvi til at stíga fram og siga sína søgu.

Við greinini í Dimmalætting fríggjadagin, hevur Joan gjørt sína søgu almenna. Tí loyvi eg mær at viðmerkja málið alment útfrá greinini í Dimmalætting.

 

Nýggj viðgerð førdi til uppskot um semju 

Felagið kærdi avgerðina vegna lim sín til Løgtingsins umboðsmann og vit fingu viðhald í kæruni.  Vit kærdu um, at burturvísingin var ósaklig, tí talan var um óproportionalitet og drál. Tað hevði sjálvandi verið deiligt um tað bar til at viska tað út, sum er hent og spola tíðina aftur til áðrenn burturvísingina. Slíka makt hevur eingin. Men tað, vit fingu burtur úr at kæra var, at kommunan tók avgerðina um burturvísing upp til nýggja viðgerð, sum LUM bað um. Eftir viðgerðina vórðu partarnir samdir um eina semju um eina endurgjaldsupphædd, uppsagnarløn við vanligari uppsagnartíð, endurgjald fyri útreiðslur, og eitt framhald í starvinum, tó á øðrum arbeiðsstað.

Partarnir vóru samdir um innihaldið í semjuni, men orðingina, kundi Joan ikki góðtaka - sum hon eisini greiðir frá í greinini í Dimmalætting. Tí kommunan, í orðingini í semjuuppskotinum, í stóran mun helt fast við nøkur av sínum sjónarmiðum um, hvat var farið fram í málinum, ið tey ikki vildu broyta støðu viðvíkjandi.

Tí er semjan ikki undirskrivað.

Vit harmast um, at felagið ikki fekk møguleika at gera viðmerkingar til greinina áðrenn hon fór til prentingar. Við hesi stuttu viðmerking vóna vit, at kunna rætta upp á tær misskiljingar, ið kunnu standast av vantandi upplýsingum í greinini.

Heilsurøktarfelagið hevur staðið saman við Joan frá fyrsta degi í hesum málinum, allan vegin gjøgnum ta drúgvu tilgongdina frá kæru til viðhald til uppskot um semju.

Til teirra, ið ynskja at kunna seg meira  um júst hetta málið ber til at lesa niðurstøðuna hjá LUM https://lum.fo/Default.aspx?ID=9746&Action=1&NewsId=5825&currentPage=2&PID=31386 ella grein á heimasíðu okkara 15. okt. 2019 http://heilsuroktarafelagid.fo/vi%C3%B0hald-fra-loegtingsins-umbo%C3%B0smanni

Um hálvan oktobur í fjør hevði útvarpið hjá Kringvarpi Føroya eina samrøðu við undirritaðu, og eftir hetta eisini samrøðu við umboð fyri kommununa og við Duritu S. Djurhuus, advokatfultrúa. Tey ljóðbrotini ber helst eisini til at finna við at leita á heimasíðuni hjá KVF.

 

Vegna nevndina í Heilsurøktarafelagnum

Rakul í Gerðinum, forkvinna