Tað riggar í løtuni ikki at leggja lesarabrøv á Lesarin.fo umvegis Facebook.

Fyribils skulu lesarabrøv sendast til redaktion@knassar.fo, so leggja vit tað út fyri teg.

Viðmerking til Fleskið í Fótbóltssambandinum!

2022-04-20 12:43

Eftir at hava lisið tað ið Páll Á Reynatúgvu skrivar um "Fleskið í Fótbóltssambandinum" á facebook vanga sínum, og sum lesarabræv á vp.fo og lesarin.fo, kenni eg tað sum mína skyldu at koma við einum útgreinandi aftursvarið.

Tá Páll skrivar, at tey sum í dag sita á fleskinum, aldrin høvdu fingið, og als ikki ynsktu at fáa føroyskan fótbólt, har hann er í dag, tykist hetta eitt sindur undarligt, tí munur er á at undirmeta onnur og siga at hesi ikki eru líka áhugaði ella dugnalig sum ein sjálvur, og so beinleiðis at pástanda, at fólkið sum í dag varðar av føroyskum fótbólti ikki ynskir at Føroyar skulu hava limaskap í UEFA og FIFA, tað meti eg er beinleiðis skeivt men um so var so ber væl til at siga upp limaskapin. Hóast hetta so skal Páll eiga takk fyri hansara leiklut í tilgongdini ið tryggjaði Føroyum limaskapin í sínari tíð, tí júst hesin limaskapur er høvuðsgrundarlagið undir Fótbóltssamband Føroyar, størstu inntøkurnar hjá FSF koma júst gjøgnum hendan limaskap, at eisini størstu útreiðslurnar eru tengdar at sama limaskapi er tí bara ein fyritreyt.

Er bólturin farin av vøllinum? Tað metir Páll at hann er, og undirbyggir hesa útsøgn við, at heimasíðan hjá FSF telur 24 starvsfólk og til samanberingar hevur løgtingsumsitingin eini 13-14 fólk í starvi. Um hetta kann brúkast til samanberingar ella ikki má sjálvandi vera upp til hvønn einstakan at meta um. Sjálvur haldi eg ikki samanberingin er røtt, uttan at hava eins stórt innlit í løgtingsumsitingina, ið Páll hevur, er mín fatan at her er talan um ymist virksemi, har høvuðsuppgávu hjá løgtingsumsitingini eru at veita løgfrøðiliga ráðgeving umframt at vera skrivara og aðrar innanhýsis rakstar- og tænastuuppgávur, meðan ein stórur partur av virkseminum hjá FSF er vendur til uttanhýsis brúkara, tað verið seg gjøgnum útbúgving og skeið til venjara, dómara, fyrisiting, eisini er nógv virksemi knýtt at teimum 10 landsliðunum og teirra altjóða luttøkum, umframt hetta fer eisini mennara- og grassrootskipanin við nógvari orku, og hartil koma so "vanligu" innanhýsis fyrisitingarligar uppgávurnar.

Størsti trupulleikin hjá Pálli, umframt ovurhonds stóru fyrisitingina, tykist vera at ferðingin er so stór at síggja til, eisini fyri onnur enn leikara, at sjálvt politiska skipanin bliknar til samanberingar. Hetta fær meg at hugsa at tankarnar Páll hevur um politisku skipanina ikki eru høgir.

Páll nevnir ikki hvussu stórur partur, av ferðingini, hann metir er skeivur, so tað verður torført at rætta hesa útsøgn. Tó hevur Páll rætt at ferðaútreiðslurnar seinastu árini eru øktar, í 2 ár hevur kostnaðurin verið óvanliga høgur, hóast minni hevur verið ferðast eru útreiðslurnar hægri, hetta hevur verið orsakað av Koronu, sum hevur dýrkað ferðingina ógvuliga nógv.

Eisini hevur Páll fatan av at tað er "nógv sum als ikki ruggar rætt" og at tey í gjalda prísin fyri hetta eru ungu leikararnar. Hetta líkist meira konspiratiónsteori enn sakligum grundgevingum, at "nógvir persónar ganga aftur, fyri at tryggja kabalirnar" og harvið seg sjálvan, fyri soleiðis at vera settir í mennarastarv og koma sær framat venjarastarvið í einum størri felag, við at miðvíst velja leikara til landsliðini frá júst hesum feløgum. 

Sum próvførslu fyri sínum konspiratiónum, tekur hann útgangsstøði í at hann, og hansara liðfelaga, í sínum ungdómsárum sjáldan fingu landsliðsboð. Men hetta gevur lítla meining, hesin órættur, sum Páll metir seg hava verið fyri á ungdómsárum, hendi í 1980unum og skipanin hann skýrir keypta, er í nútíðini.

Ein mennaraskipan hevur verið roynd í nøkur ár, og ein av uppgávunum tá tú gerst mennari, er at tú eisini átekur tær ábyrgdina av einum ungdómslandsliðið. Sjálvur haldi eg at hetta gevur meining tá ynskiligt er at tey í eru sett sum mennarar, eru millum bestu venjara evnir vit hava her á landi. Eisini sleppur tú undan illgitingum um at venjarar bara taka frá egnum felagið, tá hesir arbeiða fyri FSF og harvið øll feløg.

Eisini tryggjar hendan skipanin, at ungdómsvenjarar hava eitt fakligt umhvørvið, har tað ber til at vitanardeilda eftir einum skipaðum leisti. At hesir mennarar nú vera undirlagdir at velja leikara frá feløgum har teir ynskja starv, dugi eg illani at síggja, um vit hyggja eftir, hvør hevur verið mennari tey árini skipanin hevur virkað. Soleiðis sum eg havi upplivað landsliðsúttøkurnar, seinastu árini, er tað skipað soleiðis, at landsliðsvenjarar bjóða feløgunum at senda leikara, sum tey meta vera skikkaðir til úttøku venjing. Síðan eru fleiri úttøku venjingar, har 30-40 leikara luttaka, og so verður sortera frá, til man at enda stendur við einum bruttohópi, sum telur gott 20 leikarar. Endaligi hópurin verður so úttikin umleið 14 dagar áðrenn fráferð til tað kapping landsliðið skal luttaka í.

Eg eri júst afturkomin sum ferðaleiðari við einum av okkara ungdómslandsliðum, og júst hetta, við úttøku venjingum og aftur meldingum til leikarar, var nakað av tí vit umrøddu. Venjarin á hesi ferðini gav leikarunum persónliga aftur melding um hví einstaki leikarin ikki var úttikin til endaliga hópin. Tað ber sjálvandi ikki til hjá mær at siga at soleiðis er altíð, men tað er mín fatan, at soleiðis er tað aloftast.

Heimurin er ikki fullfíggjaður, tað fari eg at geva Páll rætt í, men at rættvísi skal vera so langt av leið, sum hann metir tað er í førinum hjá FSF, og at skipanin er keypt og tískil nyttar tað ikki at stríðast fyri at sleppa gjøgnum nálareygað, samstundis við at frávalið er ómenniskjaligt og ópedagogiskt, kann eg ikki lata standa ósvarað.

At enda skrivar Páll "Høvuðstreytin er at fleskið flytir fokus, møguliga flytir seg sjálvt, so at menningin av breiddini, føroysku fótbóltsfeløgunum, sum stovnaðu FSF, aftur fær fyrsta plássið í felagsskapinum."

Eg eri nokk ein partur av umrødda fleski, men eg meti at júst tað at flyta nakað sum skrivið hjá Páll endar við, er tað sum eg arbeiði fyri hvønn dag í felagsskapinum FSF. Og eg eri ikki bláoygdur at halda at alt er fullfíggja og at okkurt ikki kann gerast betur, men eg haldi at hetta kann gerast best við erligum samskifti, har vit halda fokus og ikki bara skjóta breitt og siga at øll skipanin er galin. Um upprunin til hetta skriv er nakað, sum ikki so væl hóskar seg í opnum samskifti, eri eg altíð til reiðar til eitt prát.

Við fótbóltskvøðu og ynski um at gera alt enn betur

Fróði Danielsen
Starvsnevndarlimur hjá FSF