Tað riggar í løtuni ikki at leggja lesarabrøv á Lesarin.fo umvegis Facebook.

Fyribils skulu lesarabrøv sendast til redaktion@knassar.fo, so leggja vit tað út fyri teg.

Viðmerking til Anniku Olsen um eldraøkið í Eysturoynni

2013-09-10 21:52

Tað er at fegnast um, at Annika Olsen, landsstýriskvinna í Almannamálum, sum svar uppá áheitan mína, nú boðar frá, at ætlanin er at gera eitt heim til fólk við demens í Eysturoynni og byrja eitt dagtilhald fyri hesi fólk í Fuglafirði í ár - og hetta fær hon mín stuðul til at fremja.

<b>Bíðilistin á eldraøkinum</b>

Men framvegis er veruleikin tann, at vit hava ein bíðilista uppá 100 fólk, sum hava tørv á at koma á røktar- og ellisheim ella eldrasambýli, men tíverri er onki tilboð til øll hesi fólkini. Tað eru heldur ongi tilboð til tey 15 fólkini, sum hava akuttan tørv - samstundis sum Heimið á Mýrunum verður latið aftur, gerst støðan bara verri, og økir um tann akutta tørvin úr 15 uppí 23 fólk.

<b>Eldrasambýli á Strondum</b>

Undir verandi álvarsomu støðu á eldraøkinum, skal Heimið á Mýrunum sjálvandi fram-haldandi verða opið og veita røkt til hesi 8 búfólkini. Harumframt skal Annika Olsen geva Sjóvar kommunu tilsøgn um bygging og rakstur av býlingshúsi/eldrasambýli á Strondum, sum kommunan hevur søkt um í nógv ár, og sum eg havi spurt óteljandi ferðir eftir.

Støðan er nú vorðin so mikið álvarsom innan eldraøkið í Eysturoynni, at Annika Olsen má geva hesa tilsøgn til Sjóvar kommunu, sum er klár at fara undir projektið beinanvegin. Eg vil mæla henni til at gera hetta beinanvegin, tí eg fái meg ikki at trúgva, at Annika Olsen ynskir at yvirsíggja tann stóra tørvin á fleiri røktarplássum í Eysturoynni.

<b>Fyrispurningur til Anniku Olsen</b>

Annika Olsen sigur, at hon vil svara fyrispurningum um eldraøkið í Eysturoynni við einum greiðum svari og tí vil eg endurtaka henda spurningin:

“Vil landsstýriskvinnan geva Sjóvar kommunu tilsøgn um stuðul til bygging og til rakstur av býlingshúsi/eldrasambýli á Strondum, so hetta arbeiðið kann byrja í ár”?

<b>Alfred Olsen</b>

Løgtingslimur fyri Sambandsflokkin