Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.


 

Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Viðlíkahaldsvenjing ikki partur av rehabilitering í Føroyum

Ert tú undir 67 ár og hevur tørv á rehabilitering eftir skaða ella sjúku, kanst tú fáa tillutað endurvenjing í avmarkaðari tíð, men ikki viðlíkahaldsvenjing at halda endurvunnað førleikanum uppi. Hetta er sambært kunngerð ikki við í førisku skipanini.

Í morgin er almennur fundur í Norðurlandahúsinum, sum Sambandsflokkurin skipar fyri undir heitinum Hvussu skipa vit rehabilitering í Føroyum?

Hetta er eitt mál, sum er sera, sera hart tiltrongt at taka upp til umrøðu, við tað, at vit í mun til okkara grannalond eru fullkomiliga afturútsigld, tá ið umræður at veita bólkinum við mistum førleika rehabilitering, um hetta so er orsakað av skaða ella sjúku.

Viðlíkahaldsvenjing fall burtur innan Almannaverkið
Áðrenn kommunurnar yvirtóku eldraøkið, var øll rehabilitering veitt frá Almannaverkinum. Tá var í ein ávísan mun veitt bæði endurvenjing og viðlíkahaldsvenjing, soleiðis, at patienturin ikki misti endurvunnað førleikan. T.d. førdi eitt samstarv millum Heilafelagið, Giktafelagið, Lions Club Eysturoy, vinnuvirkir og kommunur í Eysturoynni, Eysturoyar Røktar- og Ellisheim og Almannaverkið til stovnan av einum rehabiliteringsdepli á Eysturoyar Røktar- og Ellisheimi, har bæði fyribyrgjandi-, viðlíkahalds- og endurvenjing bleiv veitt.

Men, meðan kommunurnar hildu fram við at veita hesar tænastur, tá ið eldraøkið bleiv lagt út til kommunurnar at umsita, fall bæði fyribyrgjandi- og viðlíkahaldsvenjingin burtur fyri aldursbólkin undir 67 ár. Í kunngerð frá mars í fjør stendur enntá beinleiðis, at ”kunngerðin fevnir ikki um fyribyrgjandi venjing og viðlíkahaldsvenjing ” (§1,stk. 4).

Nýggj lóg skal rætta upp á hesar manglar
Men ljós er tó fyri endan á langa, krókuta tunnlinum, við tað, at viðlíkahaldsvenjing er nevnd í lógaruppskoti, sum landsstýrið arbeiðir við. Men tó er tað ikki til at skilja, hví viðlíkahaldsvenjingin ikki skal koma í gildi samstundis sum restin av hesi sokallaðu ”Vælferðarlóg”, men skal bíðja eitt heilt ár.

Sum sjúkrasystir á apoplexi/neurologideildini á Landssjúkrahúsinum í nærum 30 ár, havi eg fylgt hesum fólkum og veit tí, hvussu alneyðugt tað er við viðlíkahaldsvenjing. Viðlíkahaldsvenjingin er fortreytin fyri einari væleydnaðari endurvenjing.

Ann Hovland