Viðlíkahaldsvenjing er partur av nýggju vælferðarlógini

 Magnus Rasmussen sigur í grein á portalunum, at tað má vera ein feilur, at kunngerðin um endurvenjing frá 2015 ikki inniheldur viðlíkahaldsvenjing, og heitir á undirritaðu um at rætta hetta mistakið.

Fyrst er at siga, at eg eri púra samd við Magnus Rasmussen. Tað var eitt mistak, tá ið lóggávan um endurvenjing varð samtykt í 2015, at hon ikki innihelt fyribyrgjandi venjing og viðlíkahaldsvenjing. Tað hongur ikki saman, at vit ikki fyribyrgja og enn minni, at vit ikki viðlíkahalda tað endurvenjing, ið ein borgari hevur fingið, tí tá kann verða so skjótt at lívsgóðskan og førleikin hjá viðkomandi versnar, og so er lítið vunni.

Tí var eitt tað fyrsta, ið eg setti mær fyri, tá ið eg kom í landsstýrissessin, at fáa sett hetta á skrá og tí var arbeiðsbólkurin, ið gjørdi tilmælið um tænastupolitikk biðin um at koma við tilmæli hesum viðvíkjandi. 

Nú arbeiðið við nýggju vælferðarlógini er á veg í Løgtingið, kann eg upplýsa, at viðlíkahaldsvenjing er ein partur av lógaruppskotinum. Tað er gleðiligt at lesa, at Sambandflokkurin eisini ynskir hetta framt, og tí síggi eg fram til eitt gott og gevandi samstarv, hesum viðvíkjandi, tá ið løgtingi seinni í heyst fer undir at viðgerða vælferðarlógina.

Eyðgunn Samuelsen, landsstýriskvinna í almannamálum