Útbúgving og starvsroyndir:
M.A. í føroyskum og fronskum máli og bókmentum.
M.A. lesandi í vegleiðing á Fróðskaparsetri Føroya

Løgtingskvinna síðani valið 1.september 2015. Forkvinna í mentanarnevnd løgtingsins. Starvsroyndir m.a. frá Miðnámsskúlanum á Kambsdali sum undirvísari og sum lestrarvegleiðari.

Politiskar og líknandi royndir:
Býráðslimur í Eysturkommunu og forkvinna í Vinnu- og havnanevndini, tingkvinna fyri Framsókn og næstforkvinna í Framsókn. Harafturat franskur konsul í Føroyum.

Sum ein av stigtakarunum til Framsókn og vald í Eysturkommunu býrað á listanum hjá Framsókn leggi eg drúgvar royndir við politiskum virksemi og uml.10 ára royndir í býráðsarbeiði og formansarbeiði til.

Framsókn kann vera við til at taka munandi stig á rættari kós fyri okkara samfelag.

Frá ungum aldri havi eg arbeitt fyri størri sjálvbjargni og sjálvstøðugum Føroyum. Korini hjá einstaklinginum og vinnulívi hava eisini havt mín stóra áhuga og hesi virði eru grundarlag undir øllum arbeiði, eg fáist við.

Seinnu árini havi eg arbeitt nógv við útbúgvingarpolitikki og mentanarpolitikki eins og einum fjølbroyttum úrvali av málum innan kommunalpolitikk, sum varatingkvinna og nú sum vald tingkvinna innan landspolitikk.

Afturat hesum koma royndir frá altjóða og norðurlendskum virksemi og royndir haðani.

Víðka vinnumøguleikar við denti á skapandi vinnur

Skapandi vinnurnar – breitt hugsað – eru millum skjótast vaksandi vinnur í heiminum.

Skapandi vinnur eru vinnur, ið hava eitt mentanarligt og skapandi grundarlag. Tær eru grundaðar á tað óavmarkaða tilfeingið – vit kunnu t.d. samanbera við sjófeingi.

Arbeiðsbólkurin, sum hevur skrivað álitið um skapandi vinnur, sum var til aðalorðaskiftis 22/2, hevði hendan arbeisðssetning:

· At meta um búskaparliga týdningin av skapandi vinnum í Føroyum

· At meta um talið á føroyingum, ið starvast ella eru útbúgvin innan skapandi vinnur

· At samanbera karmar fyri skapandi vinnur í Føroyum við nærmastu grannar

· At lýsa almenna leiklutin í at skapa góðar karmar fyri skapandi vinnur – útbúgving, stuðulsskipanir, skatt, mvg, o.a.

· At gera tilmæli um, hvussu ein nøktandi kortlegging av skapandi vinnum í Føroyum kann verða gjørd

· At gera tilmæli u ítøkilig átøk fyri skapandi vinnur

Summi átøk av teimum ellivu á listanum av tilmæltum átøkum, verða sambært frágreiðingini fyrireikað innan verandi játtan: Nýskapanardepil, Ætlan fyri menning av føroyskari gastronomi, Tiltøk ar styrkja støðuna hjá arkitekturi og design, o.o.

Onnur átøk krevja nýggja játtan, til dømis: Altjóða útbúgvingartilboð innan skapandi vinnu, Kortlegging av føroyska skapandi búskapinum.

Nýskapanardepilin skal mennast við støði í Vinnuframa og ætlanin er at menna eina sterka professionella umsiting. Harafturat at menna serkønar eindir, filmshús og tónleikaútflutningsstovu. Og eg kann nevna, at innan bókmentir hava vit eina serkøna eind, sum arbeiðir við at fáa føroyskar bókmentir út í heim, nevniliga FarLit.

Hendan samgongan hevur sett á stovn Filmshús og FabLab í 2017 – hetta seinna við góðum stuðli frá vinnu og kommunum. Og Uttanríkis- og Vinnumálaráðið hevur fyrireikað og fingið samtykt afturberingarskipan til útlendska filmsframleiðslu, sum kom í gildi nú fyri 2018. So talan er um tvær skipanir innan film og um ein slíkan talgildan verkstað, sum kring heimin í stóran mun verður nýttur av listafólki og sum amboð í listarligum útbúgvingum.

Tær nýggju raðfestingarnar, vit síggja í frágreiðingini, eru:

· Kortlegging av føroyska skapandi búskapinum

· Tónleikaútflutningsstova

Og til hetta seinasta, longu í 2005 varð álit handað um rútmiskan tónleik og tilmælini vóru m.a. tónleikaportalur, vinnuframastuðul, spælistað, venjingarhøli v.m. Og sumt av hesum er komið og sumt er ikki komið í verk. Og eitt sera týdningarmikið tilmæli, sum mann mælti til at nýta 1 mió til, var Faroe Islands Music Information Center, sum minnir um tilmælið um Tónleikaútflutningsstovu.

Vit hava sett eitt filmshús at gera m.a. hesar uppgávur sambært kunngerð nr 108 frá 10.juli 2017:

· ráðgeva og leiðbeina føroyskum filmsfólkum,

· marknaðarføra føroyskan film uttanlands,

· marknaðarføra Føroyar sum filmsland,

· svara fyrispurningum innlendis og uttanífrá,

· vera til hjálpar í sambandi við filmsframleiðslur,

· miðla samband millum filmsaktørar – eins og aðrar líknandi uppgávur

Tað næsta verður eftir ætlanini hjá landsstýrismanninum, at nú skal stovnast ein líknandi eind fyri tónleikavinnu. Hann sigur í frágreiðingini: ”Á sama hátt ber til at gera eina tónleikaútflutningsstovu, sum áleikandi tørvur hevur verið á í mong ár. – Og eg eri púra samd!

Tað leikar á at greina tann almenna leiklutin í eini tónleikavinnu, og har er útflutningur ein týdningarmikil partur. At hugsavna okkum um tað ”tónleikabrand” ella bara ”brand”, vit skulu gera greiðari og menna. Tað leikar á:

· At arbeiða miðvíst

· At arbeiða strategiskt

· At hava góðskustýring

· At vegleiða

· At arbeiða fyri professionalisering

· At byggja brýr til plátufeløg, PR-agentar, booking-agentar v.m.

· At fáa í lag í lag og halda við líka altjóða samstørv, t.d. við tónleikafestivalar

· At skráseta vitan um sølu, lønir o.a.

Stutt sagt at fáa teir røttu persónarnar til teir røttu føroysku bólkarnar…

Her er ein rúgva av aktiviteti at arbeiða við. Umleið 80 konsertir við føroyskum tónleikarum verða ymsastaðni uttanlands frá januar til apríl/mai í ár (2018). Týr kunngjørdi í vikuni eina konsertferð í Norðuramerika í mai.

Vit hava nakrar drúgvar royndir í m.a. Tutl og í G!Festival umhvørvinum, sum síðani 2002 hevur arbeitt við júst slíkum. Eitt umhvørvi, sum longu ger arbeiði við tónleikaútflutningi og liknandi. Eitt sterkt fjølbroytt fakligt toymi við heilt fitt av fólki knýttum at.

FAME samstarvið millum G!Festival, Vinnumálaráðið og TUTL hevur givið okkum rapportir frá 2012, 2013 og 2014. Tær vísa, at í miðvísa arbeiðinum hava eitt stórt tal av sterkum viðurkendum miðlum miðlað føroyskan tónleik og festivalin sum nakað veruliga vert at fara til og vert at hoyra og keypa. M.a. Der Spiegel og TaZ í Týsklandi.

Í hesum frágreiðingum eru tøl um, hvussu nógv fólk uttanfyri Føroyar eru rokkin í strategiska arbeiðinum at miðla føroyskan tónleik út um landoddarnar. Og nøvn á bólkum og tónleikarum, vit kenna væl – tí eyga er fingið á hesi og tey hava verið á konsertferð: Orka, Hamferð, Marius, Eivør, Sakaris, Høgni Reistrup og fleiri onnur. Men dentur verður lagdur á, at tílíkt arbeiði skal vera støðugt og skal haldast við líka.

Tá tað kemur til ferðavinnu, ber til at nýta tónleik eisini í marknaðarføringini. Her eru royndir eisini úr sama umhvørvi, tí G!Festival skipar fyri tiltakinum HOYMA í november og fyri HOYMA bit tíðarskeiðnum millum hálvan mai til endan av juni og millum hálvan august og hálvan september. Á hendan hátt kann tónleikur eisini vera við til at leingja tíðarskeiðið, vit kunnu vænta ferðafólk til Føroya.

Í mun til skapandi vinnur, so er tónleikur til høgra beinið hjá okkum, og eg spyrji, nú vit eru komin inn í 2018, um tað er tí, vit ikki hava gjørt eftir tilmælinum frá 2005 og tí frá 2008 og sett eina tónleikaútflutningsstovu á stovn? Hildu vit kanska, at stóru úrslitini komu av sær sjálvum? Nei tíðin er komin at seta í gongd greiðari arbeiði við almenna leiklutinum í eini føroyskari tónleikavinnu.

Tá tað kemur til onnur øki, sum t.d. bókmentir, so er tað munandi tyngri at fáa vinnu innan tað økið. Fríggjadagin 23/2 skipaðu Rithøvundafelagið og FarLit fyri tiltaki, sum júst æt ”Út í heim”, sum bæði hevði verkstovu og ráðstevnu á skrá. Tí bókmentir eru ein natúrligur partur av hesum, at miðla føroyska mentan út um landoddarnar og tær geva okkara ”brandi” eina breidd og dýpt, sum eisini kveikir hinar listagreinirnar. Í mun til tónleik, so ber hampiliga væl til at selja tónleik útintan á føroyskum, men innan bókmentir er týðing sera týdningarmikil fyri at beina burtur forðingar, tá vit hugsa um at fáa ein størri marknað.

Sum heild kann sigast, at arbeiðið við skapandi vinnum snýr seg um at flyta seg FRÁ, at list (málningalist, bókmentir, tónleikur, filmur o.a.) er nakað, tú ristir úr ermuni eftir loknan arbeiðsdag, í vikuskiftinum, í ferium. Tað er eitt arbeiði at mála, at skriva filmsrit, at skriva skaldsøgur, at syngja og spæla gittar...