Tað riggar í løtuni ikki at leggja lesarabrøv á Lesarin.fo umvegis Facebook.

Fyribils skulu lesarabrøv sendast til redaktion@knassar.fo, so leggja vit tað út fyri teg.

Viðgera dagstovnaøkið á býráðsfundi 24.mars

2022-03-23 13:15

Tjóðveldi hevur sett trupulleikan við vantandi starvsfólki á dagstovnaøkinum á skrá á býráðsfundinum 24.mars.

Vit ynska at býráðið samtykkir at gerast skal ein heildarætlan við ítøkiligum átøkum fyri at bøta um starvsfólkatrotið á dagstovnaøkinum.

Hetta mál er nógv ov álvarsamt til politiskt runublakarí. Hetta handlar um framtíðina hjá okkara børnum. Vit skylda teimum og starvsfólkunum at taka trupulleikan í ramasta álvara og seta neyðug stig í verk beinanvegin. Dagstovnaøkið skal setast hægst á politiska skrá.

Vit mugu vita og ikki gita. Tí seta vit ein skjóttarbeiðandi arbeiðsbólk, sum skal lýsa avbjóðingarnar á økinum og gera eina heildarætlan. Har fáa vit ein lista við øllum átøkum, stórum og smáum, sum skulu til fyri at bøta um. So seta vit pengar og tilfeingi av til at fremja átøkini.

Ein slík heildarætlan eigur at umfata eina gjølla spurnarkanning millum starvsfólk um:

a. Hvør er reelli tørvurin á námsfrøðingum. Hvussu nógvir arbeiða aðrastaðni og kunnu hugsast at søkja inn aftur á dagstovnaøkið.

b. Spyr núverandi og fyrrverandi starvsfólk og leiðarar um hvat er galið, hvat manglar, hvat skal til fyri at økja um trivnaðin og at faa økið at gerast lokkandi aftur.

Kanningin fer uttan iva at geva nógv virðismikið input til, hvar er allarmest neyðugt at seta inn.

Men tað eru nógv økir vit longu vita, vit kunnu gera betri. Og sum vit eiga at seta gongd á beinanvegin. M.a:

- Fylg tilmælunum í ”Eftirmeting av dagstovnaøkinum” frá oktober 21 við seks tilmælum um, hvussu námsfrøðiliga arbeiðið á dagstovnaøkinum kann styrkjast

- Samskifti: Neyðugt er at bøta um kunningina og samskifti frá ovastu leiðslu á dagstovnaøkinum og út til dagstovnaleiðslur og starvsfólk

- Fysiskir karmar: Set inn við átøkum at fáa góðar karmar og arbeiðsumstøður: Stovur, útiøkið, spælipláss o.a. skulu uppgraderast.

- Útbúgva fleiri námsfrøðingar: Strong á landsmyndugleikar at taka ein eyka flokk av námsfrøðingum inn

- Stytt arbeiðsvika og hægri løn: TK eigur, gjøgnum KF, at arbeiða fyri hægri løn og styttri arbeiðsviku

Vónandi fáa vit eitt gott og konstruktivt kjak har øll politiska skipanin stendur saman um at taka munagóð tøk til frama fyri okkara børn og dagstovnaøkið sum heild.

Vegna Tjóðveldi
Gunvør Balle, Jákup Dam og Elsa Berg