
VIDEO OG MYNDIR: Føroyska sjúklingahotellið í Keypmannahavn tikið í brúk
2012-10-02 16:31
- Tað hevur ómetliga stóran týdning at hava eitt væl útgjørt sjúklingahotell í Keypmannahavn, staðfesti fólkatingsmaðurin Edmund Joensen fríggjadagin, tá ið Sjúklingahotellið Tórshavn varð alment tikið í brúk
Eitt spildurnýtt sjúklingahotell fyri føroyingar, í fýra hæddum og við 55 kømrum, er nú veruleiki á Venøgade 8 á Eysturbrúgv í Keypmannahavn.
- Hetta er eitt stórt framstig, ið betrar munandi um uppihald hjá føroyingum, ið leita sær heilsubót í Keypmannahavn, sigur Edmund Joensen, fólkatingsmaður hjá Sambandsflokkinum.
Fríggjadagin varð hotellið alment tikið í brúk, og Sambandsflokkurin á Christiansborg hevur almannakunngjørt eina videofrásøgn frá tiltakinum.
Hyggjararnir verða tiknir við ein stuttan túr inn á hotellið at síggja nýggju hølini, har ið Karsten Hansen, landsstýrismaður, klippur hin tiltikna snórin.
Eisini eru stutt brot úr røðum hjá Onnu Mariu Durhuus, leiðara á sjúklingahotellinum, Edmundi Joensen, fólkatingsmanni, Anniku Olsen, landsstýriskvinnu, Karsten Hansen landsstýrismanni, og Kaj Leo Johannesen, løgmanni.
Videofrásøgnin er at síggja her: http://www.youtube.com/watch?v=JMrrXAeyqhM

Snórurin verður kliptur á føroyska sjúklingahotellinum í Keypmannahavn fríggjadagin 28. september 2012

Nógvir gestir vóru til móttøku á Sjúklingahotellinum Tórshavn, tá ið hotellið varð alment tikið í brúk fríggjadagin 28. september 2012

Tónleikur og sangur á sjúklingahotellinum í sambandi við upplatingina

Edmund Joensen, fólkatingsmaður, hittir Berg Jacobsen, fyrrv. prest og landsstýrismann