Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.


 

Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Vetrarfriðing

Seyðurin eigur bøin um veturin, soleiðis er ognarrætturin. Skulu vit vit sleppa undan seyðinum, so mugu vit gjalda haganum erstatning fyri mist vetrarbit. Her í Runavíkar kommunu er ein partur av kommununi vetrarfriðaður, hetta er øki kring Runavík, Saltangará og Glyvrar.

Nú kommunan er løgd saman, er ongin ivi um, at tað fara at koma krøv um vetrarfriðing í øðrum økjum, hesum eri eg ímóti, tí vit hava nóg mikið av byggilendi í vetrarfriðaða partinum av kommununi.

Tey, sum hava hug at fáast við seyð, kunnu búgva í bygdunum. Tað er ongin grund til, at øll gera tað sama, hóast talan er um somu kommunu.

Um so er, at tað kemur eitt krav um vetrarfriðing, so innangarðsognin rinda fyri hetta, ikki kommunukassin.

Valevni á lista A í Runavíkar kommunu.

Les eisini um Vatnveiting og Kommunusamanlegging