Áarvegur 2 - Postsmoga 208
110 Tórshavn

Telefon: 312492
Teldupostur: samband@olivant.fo
Heimasíða: www.samband.fo

Vetrarferiu til barnafamiljur og skúlanæmingar sum heild

2019-08-12 13:03
Vælferðarpolitikkur - 

Nú hevur landsstýriskvinnan í undirvísingarmálum avgjørt, at skúlabørn næsta summar skulu hava frí 8 vikur. Hetta er ein sera undarlig avgerð at taka beint áðrenn eitt løgtingsval og uttan at hoyra nakran sum helst. Hví leggja allar 8 vikurnar um summarið?

Eg haldi, at ein ella tvær av hesum frívikum heldur kundu verið lagdar um veturin/várið, til dømis í viku 6 og 7, so vit kundu haft eina vetrarferiu, eins og flestu lond rundan um okkum.

Har eru fleiri orsøkir til heldur at flyta feriudagar til vetrarferiuna:

· Barnafamiljur hava tørv á einari pausu um veturin, tá tað er allar myrkast.

· Alsamt fleiri ynskja at fara at ferðast um hetta mundið

· Kostnaðurin at ferðast er nógv lægri um veturin enn um summarið

Tá veturin er myrkastur er tað sera gott at fáa frí nakrar dagar, har barnafamiljurnar kunnu taka sær av løttum og antin ferðast í egnum landi ella fara uttanlands – ofta til ein bíligari penga enn um summarið.

Sum er, er tað sera dýrt hjá barnafamiljum at ferðast uttanlands, tí vit sum oftast ferðast í summarferiuni, tá øll onnur eisini ferðast. Ta tíðina kostar tað ofta dupult so nógv at ferðast, sum uttan fyri sesong. Bara tað at sleppa av landinum kann vera dýrt - ynskir man so at fara víðari út í verð, verður tað enn dýrari.

Mítt uppskot er at flyta eina ella tvær vikur frá summarferiuni til eina vetrarferiu í viku 6 og 7. Tíðin er komin til at vit í Føroyum, eins og londini rundan um okkum, hava eina vetrarferiu.

Ingi Mittún
valevni til Løgtingið fyri Sambandsflokkin
X við Inga listi B