Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.


 

Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Verkfalsrætturin í vanda


 

Heilsuhjálparafelag Føroya vil harðliga átala ætlanina hjá løgmanni at skerja verkfalsrættin hjá fakfeløgunum.

Heilsuhjálparafelag Føroya er eitt av feløgunum, har KAF gjøgnum sáttmálasamráðingarnar royndi at fáa eina orðing í semjuna, ið skerjir verkfalsrættin. Hetta vildi felagið sjálvandi ikki góðtaka, og tí er tað ikki so lítið hugstoytt, at mann nú er farin at tosa um at skerja verkfalsrættin við lóg.

At løgmaður, ið sjálvur er javnaðarmaður og skal eitast at umboða fakfelagsrørsluna, kemur við einar slíkari úttalu, sum hann gjørdi í ólavsøkurøðuni, vísir okkum, at í dag er ongin flokkur, ið umboðar fakfelagsrørsluna.

Heilsuhjálparafelag Føroya vil harðliga mótmæla ætlanina, um at skerja verkfalsrættin, og tekur felagið undir við teimum feløgum, ið alment hava víst sína ónøgd.

Um verkfalsrætturin verður tikin frá fakfeløgunum, er hetta álvarsamt brot á rættindini hjá fakfeløgunum, sum eru vunnin gjøgnum hart stríð. Hendan ætlan er at taka alt tað frá fakfeløgunum, sum tey hava barst fyri, síðan tey vóru sett á stovn.

At enda vilja vit heita á løgmann um at taka ónøgdina hjá fakfelagsrørsluni í álvara.

 

Vinarliga

Vegna Heilsuhjálparafelag Føroya

 

Mary Antonsdóttir, forkvinna