Verkafólkið hevur ongan kjans!

"Takið ábyrgd sjálvi og fáið tykkum tak yvir høvdið" sigur Kaj Leo Holm Johannesen. Lættari sagt enn gjørt, og tað ljóðar nakað sum, at tað skal løna seg at arbeiða. Ikki nakað gullkorn frá Kaj Leo, men ein ræðandi staðfesting. Tí bæði útsøgnin og borgarliga slagorðið er fullkomið møsn!

Í Tórshavnar Kommunu og nú eisini í kommunum kring Havnina eru bústaðarprísirnir ørir, meðan úti kring landið vilja fíggingarstovnarnir langt frá veita lán, tí tá húsini eru bygd, hava tey ikki tað virðið, sum tað kostaði at byggja tey. Takið ábyrgd sjálvi, ja jeg meini tað. Tað ber snøgt sagt ikki til, tá ið landið er í tvíningum millum útjaðara og miðstað, og millum ríkmannastættina og verkamannastættina!  

Verkafólkið hevur í verandi løtu, sum gongdin og prísirnir eru, ongan kjans at fylgja við ella at taka ábyrgd, sum Kaj Leo viðmælir. Og sama er galdandi fyri nýútbúnar handverkarar. Hesi hava ikki altíð eina uppsparing til húsalán, nei langt frá, og tá ið hvør dagur er ein kampur, gert støðan ikki haldbar! Takið tykum saman og fáið tykum hús, sigur ein, sum ikki gevur sær far um hvussu samfelagið er snikkað saman!  
Almennir leigubústaðir eru eitt neyðugt og fínt alternativ til  teirra, sum bara vilja hava ein tryggan bústað. Marknaðurin fyri leigubústaðir er í løtini tað reina Wild West, har tann skjótasti (les størsti pengapungurin) gunslinger vinnur dystin. Við almennum bústøðum er tað eisini gjørligt hjá nógvum at spara saman til eitt møguligt húsalán og sostatt fáa hjálp til sjálvhjálpina, so at fólk hava møguleika at taka ábyrgd.  


Í skipanini, sum Kaj Leo er fortalari fyri, yvirliva tey sterkastu, meðan restin so dánt hórar undan. Har prísirnir vaksa, og privatu útleigararnir fáa mest burtur úr teimum, sum hava ráð til ábyrgdina, meðan gjógvin dýpist, og ein stórur partur av útjaðaranum og verkamannastættini stendur uttanfyri. 
Kaj Leo skal tó hava rós fyri, at hann greitt vísur okum á, hvat tað er at vera (ultra) víðgongt liberalur. Samgongan hevur ein sonevndan bústaðarpakka kláran skjótt við nøkrum ítøkiligum boðum uppá, hvussu skil kann fáast á bústaðarmarknaðin, og hjálp verður til sjálvhjálp! Møguleikar í frælsi og ikki fótonglar í ábyrgd.


Jens Arni L. Hammerfoss, formaður fyri Suðuroyar Norðara Javnaðarfelag