Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.




Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Verjið okkara Kalva

2020-02-06 12:05

Taå er torført at ímynda sær eina ferming ella eitt gott Ólavssøkuborð uttan kalvasalat. Hesin okkara sera vælsmakkandi føroyski kalvin er ein týðandi partur av matarskránni tá blíðskapur skal sýnast.

Ella ein væl stoktur kalvi við nógvum smørsmelti og brúnum leyki og nýggjum eplum Heiman av Sandi – kann tað verða betri?

Men hvussu leingi hava vit kalvan? Hann er torførur at fáa fatur á ídag, og í teimum sølubúðum í Havn har hann – av og á – fæst til keyps, liggur prísurin ídag um kr 250,- per kg og fer longri upp.

Sannroynd er, at minni og minni er til av kalva á Føroyaleiðunum, og tað er katastofalt, at sokallaða “holið” norðurvestur av Føroyabanka, har meginparturin av kalvastovninum gýtur í hesum døgum, ikki er totalfriðað fra november til marts í minsta lagið! Tað sigur seg sjálvt, at onki verður til av kalva verður allur gýtingarfiskurin tikin! Tað var fleiri ferðir heitt á fráfarna Fiskimálaráð um at seta hesa friðing í verk, men onki varð gjørt. Tað er at vóna, at núsitandi Fiskimálaráðharri og hansara fólk gera nakað við hetta álvarsmál. Í Íslandi er kalvin friðaður í løtuni…

Tað er ikki at vóna, at kalvin verður sum “lundi á jólanátt”! Okkara uppvaksandi ættarlið hava neyvan smakkað ein lunda ella ein lomviga. Hetta tilfangið, sum var ein partur av dagliga kostinum hjá okkara foreldrum er burtur ídag og kanska fyri altíð. Okkara hummari sum hevur verið ímyndin av gastronomiska rákinum í Føroyum saman við igulkerum, er eisni komin á gravarbakkan vegna dálking og ovurveiðu.

Tað ber til at týna náttúruna! Okkara fantastisku føroysku náttúru, hana sum vit bert hava til láns frá okkara abbabørnum.

Johan Mortensen