Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.

 


 

 



 

Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Verður kommununi nýmótans lív lagað?

2021-03-09 09:49

Royndir í býráðspolitikki hava givið mær innlit, sum eg kenni sum mína skyldu at visa á.

Bæði spurningin um verandi arbeiðsgongd, um politiska arbeiðslagið og um møgulig óheppin viðurskifti fyri Tórshavnar kommunu.

Í høvuðsheitum tá politikkur blívur umsiting ella seráhugamál, ístaðin fyri hugsjónarlig framdrift.

Hugsjónir ella umsiting

Samgongufólk høvdu, hvør í sínum lagi, ábyrgdina av ymsu nevndunum og økjunum í kommununi – tað verði seg eldra og trivnaðar, mentan, vinnu, orku og umhvørvi, tekniska og byggi- og býarskipan.

Forkvinnur og – menn arbeiddu bókstaviliga við sínum øki burturav, soleiðis at skilja, at vit arbeiddu ein til ein saman við tí umsiting, sum varaði av økinum.

Tað kom bak uppá meg, at ikki pláss var fyri hugsjónarligum orðaskifti, men at politikarar vístu seg at blíva ein partur av umsitingini ella eitt starvsfólk afturat á vaglinum.

At tað blivu politikarar og starvsfólk sum settu mál og arbeiddu saman, eisini uppá bekostning av borgarunum.

Tað gav at bíta tá dagstovnaøkið var á skrá, og manglandi fíggjarstýringin í umsitingini varð gjørd til tema og politiskt mál og trýst sum nýhugsan niður yvir ørkymlað starvsfólk, sum slettis ikki sóu meiningina í bygnaðarbroytingini, ikki heldur ynsktu hana.

Ella tá byggi- og býarskipan meira at kalla var á teknokratiskum støði, har viðgerðir vóru einstaklingavís um byggimál, ístaðin fyri yvirornað, miðvíst og skjótari arbeiði við bústøðum til øll, endurskoðan av gomlum ótíðarhóskandi samtyktum og líknandi.

Har friðað lendi kundi verið til umrøðu, bæði politiskt og saman við fólkinum, og arbeitt inn í verkætlanir, í tann mun verkætlanin fullfíggjaði friðað økið.

Heldur enn, aktivistiskt, at friðhalga evnið, nærum eisini umrøðu, uppá bekostning av borgarum – og verkætlanum.

Vit kundu hildið áfram við líknandi dømi.

Sjálvsagt kann ein spyrja, hví ivasom mál fóru ígjøgnum og vórðu samtykt í býráði. Tann stutta frágreiðingin kann verða, at tú bæði var bundin av samgongu og at meirilutin av veljarunum hevði ynskt hesa umboðan, - eins og annað var, ið mótarbeiddi rættari atgerðum.

Arbeiðsleistur

Fyri at taka samanum orðingina, ein til ein, vil eg endurtaka, at politikarin arbeiddi einsamallur við sínum øki, saman við starvsfólki í umsitingini. Á henda hátt varð øki og umboðan tengt at politiska handverkinum hjá tí einstaka og umsitingini, uttan serliga íblanding frá øðrum.

Málini vóru borin á fund í nevndunum, mannaðar av trimum samgongu- og tveimum andstøðulimum, og var tað oftani spurningur um formalitetir, og í flestu førum at beina málini víðari á býráðsfund.

Samgonguforumið bleiv, í høvuðsheitum, til aðrar málsviðgerðir og býti av skattainntøkunum millum nevndir og øki.

Eg vísti á og hevði ynskt dagsskráir, umrøðu og viðgerðir av íblásturgevandi tilfari, sum skuldi stuðla undir hugsjónarligum arbeiði av øllum slagi, og eisini orðaskifti um umsitingarligar dagføringar.

Hugsjónir, leiklutur hjá politikarum og býráði.

Politikkur má framtíðartryggja borgaran.

Eitt nú um hvussu tænastustøðið - innihald og framtíð skuldi verða, bæði á eldra- og barna/ungdómsøkinum.

Hvussu bústaðarmarknaðurin skuldi síggja út. Bæði sum privat, alment, í felag privat/alment, við ymsum eigarastrukturum, við ymsum búfelagsskapum, til ymsar málbólkar og so framvegis.

Á hvønn hátt, í hvørjum lutfalli og hvussu kommunan skuldi spæla saman við ítrótti og frítíðarvirksemi.

Hvussu kommunan skuldi arbeiða fyribyrgjandi , bæði vegna fólkið og eisini fyri at seinka tilgongdum til viðgerð og almenna klientgering.

Hvussu samskiftið skuldi verða við vinnu á vinnupolitiska økinum.

Hvussu politikarar skuldu laga til eina umsiting, sum framdi loysnir saman við politiska viljanum, fólkinum, nýhugsanum og kreativiteti. (sum í størri mun eisini skal væntast av politikarum.)

Ja, í heila tikið um hvussu kommununi skuldi verða lív lagað, rúma og liva upp til tað fjølbroytni, sum eyðkennir fólkið í dag, bæði verandi og komandi

Henda áhuga og hetta orðaskifti eiga býráðspolitikarar at hava og leggja fyri dagin, ja, høvuðsuppgáva hjá politikarum.

Samanumtikið

Endamálið hjá mær er ikki at seta niður á nakran, men at lýsa støðuna, gera upp við verandi og leggja upp til broytingar.

Hetta var arbeiðsverðin og hetta var arbeiðsleisturin – sjálv haldi eg, at endurskoðan, nýhugsan, øðrvísi arbeiðsgongdir og politiskar visjónir mugu til og gera munin, hvørt vit blíva ein tíðarhóskandi, skapandi og livandi býur og kommuna, sum fólk, bæði vilja og sleppa at búleikast í. 

Ella vit blíva tað øvugta, eftirbátar og afturúrsilgd.

Avgjørt stórt býráðspolitiskt tema!

Bergun Kass