Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.


 

Soleiðis leggur tú á Lesarin

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Verandi pensjónistar fáa 1.000 kr meira um mánaðin

Eitt av aðalmálunum hjá hesari samgongu er at bøta um viðurskiftini hjá føroyskum pensjónistum, serliga teimum við lágum og meðal inntøkum.

Nú fyriliggur eitt uppskot til pensjónssemju, sum merkir, at samlaða pensjónsútgjaldið til verandi pensjónistar hækkar við umleið 1.000 kr. Eftir at skatturin er goldin. Hækkinginverður framd í stigum, og hækkingin stavar frá hægri útgjaldi úr Samhaldsfasta.

Tað serstaka við útgjaldinum úr Samhaldsfasta er, at tað minkar ikki, sjálvt um pensjónisturin hevur aðrar inntøkur umframt pensjón. Eingin mótrokning er í Samhaldsfasta.

Í seinasta lagi í 2020 verður útgjaldið úr Samhaldsfasta til allar pensjónistar 5.635 kr. um mánaðin.

Tá ið henda samgongan tók við í 2015, var útgjaldið 3.100 kr um mánaðin.

So her er talan um munagóða hækking til øll.

Leggja vit Samhaldsfasta saman við grundupphædd og viðbót, so verður samlaða pensjónsveitingin hjá einum pensjónisti í verandi skipan 13.629 kr. um mánaðin.

Harafturat verða allar pensjónsveitingar hækkaðar við prístalinum.

Sum flestum kunnugt er grundupphæddin í fólkapensjónini ikki prístalsviðgjørd síðani 2001.

Tað merkir, at virðið av grundupphæddini er minkað samsvarandi.

Sambært pensjónssemjuni so verða bæði grundupphæddin og viðbøturnar nú prístalsviðgjørdar, og fara at hækka við prístalinum. Samstundis sum útgjaldið úr Samhaldsfasta hækkar.

Hetta eru tær broytingar, sum sambært semjuni verða galdandi fyri verandi pensjónistar.

Verandi pensjónistar – og tey sum verða pensjónistar fram til 2020 halda annars fram í júst somu skipan sum er galdandi í dag.

Men tey fáa 1.000 kr meira at liva fyri um mánaðin. Og pensjónin verður prístalshækkað.

Javnaðarflokkurin