Veljið tað tit tíma best

2019-01-28 11:46

Í flogfarinum í morgun kom løgmaður í prát við ein ungan mann, Hákun Hallgrímson Magnussen, sum gjørdi eitt stórt inntrykk. Hákun var á veg niður til Danmarkar í skúla í sambandi við, at hann lærir til slaktara. 

- Hákun greiddi mær frá, at tað kann vera trupult hjá føroysku fyritøkunum at fáa nokk av lærlingum. Sjálvur dámdi honum avbera væl at vera í læru. Lønin var góð, og fakið spennandi, so í so máta skilti hann ikki, at fleiri ikki valdu eina handaliga útbúgving. Hann helt seg kortini hava eina fatan av hví - tað er ikki líka fínt, sum okkurt annað. Hetta mugu vit gera nakað við. Sum samfelag hava vit minst líka stóran tørv á teimum, sum duga væl til hendurnar, sum teimum, sum velja at fara bókliga vegin. Hákun gjørdi eitt stórt inntrykk á meg. Hann var stoltur av fakinum og fylgdi væl við í samfelagsviðurskiftum og politikki - bæði í Føroyum og altjóða. Tað er als ikki fínari at vera akademikari. Tað er minst líka fínt at vera handverkari. Tað týdningarmesta er, at tey ungu velja tað, sum tey tíma best, sigur Aksel V. Johannesen og takkar Hákuni fyri prátið.