Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.

 


 

 



 

Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Dánial Hansen, valevni fyri fólkaflokkin

Vel rætt, vel eina eldsál

2020-11-09 22:53

 

Nú valstríðið er um at enda, so vil eg fegin takka fyri eitt gott og siðiligt valstríð.

Hóast fólk hevur funnist at mær at stilla upp í Tórshavnar kommunu, so havi eg gjørt tað við góðum vilja, og við lív og sál við endamálinum um at skapa eina betri og rúmligari kommunu. Eg havi valt at tóna reint flagg um hvør eg eri, og hvat eg ætli mær.

Tað sum hevur mest at siga fyri veljaran, er nemmiliga at vita hvat ein ynskir at gera, og ikki hvat onnur halda ein ikki skal gera.

 

Tað sum hevur týdning í øllum, tað er at velja eldsálir inn í Tórshavnar kommunu, so mín áheitan til allar veljarar er: VEL EIN SUM MEINAR TAÐ. Eg eru púra klárur, og ynski at gera mítt til at vit øll fáa eina betri kommunu, sum verður rikin fíggjarliga forsvarligt. Vit skulu øll føla okkum hoyrd, og vit skulu øll liva væl í allari Tórshavnar kommunu.

 

So vel ein skilamann, sum ynskir at stríðast fyri Tórshavnar kommunu, eg eri klárur. Avgerðin er tín, og vónin er mín.

 

Gott val øll somul.

 

So far á val, og set krossin við Dánial Hansen, valevni fyri fólkaflokkin í Tórshavnar býráð