Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.

 


 

 



 

Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Vel eitt býarbókasavn

2020-11-08 09:03

Býarbókasavn

Eg fari at gera mítt til, at ætlanin við Posta-bygningin verður gjøgnumførd við býarbókasavni og kunningarstovu á niðastu hædd. Vit skulu skapa ein hugnaligan ”bókaheim” í miðbýnum við góðum atkomumøguleikum, bæði fyri børn og vaksin. Lesing og málslig menning skal ra ðfestast.

· Har ungar barnafamiljur kunnu stytta sær um stundir illveðursdagar í einum hugnaligum lesikróki.

· Har børn av sínum eintingum hava hug at vitja, tá tey eru á spæliplássinum.

· Har fólk kunnu støkka inn á gólvið at lesa avísir og bløð.

· Har borgarhjálp fæst til talgildar tænastur.

· Har kvinnur og menn, sum hava alsk til bøkur, kunnu hittast í einum lesiringi.

· Har tilflytarar kunnu hittast til sambinding.

· Har listaframsýningar kunnu vera.

· Har borgarar kunnu hittast til smærri tiltøk.

Vilt tú sum eg, so stuðla mær og lista C til valið, hin. 10. novembur