Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.

 


 

 



 

Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Veðurlagsserfrøðingur kann seinka grøna orkuskiftinum

2021-10-05 05:55

Mær dámar væl, at serfrøðingar onkuntíð geva sær stundir til at greiða almenninginum frá síni vitan, tí hetta kann vera gott grundarlag undir einum politiskum kjaki. Men tað er ikki gott, tá serfrøðingarnir sjálvir blíva partur av politiska kjakinum.

Fríggjakvøldið hevði Útvarpið eina stutta samrøðu við Boga Hansen, havfrøðing, um grøna orkuskiftið í Føroyum. Samrøðan var sera stutt, so kanska var høvuðsboðskapurin kliptur burturúr. Men tað sum vit hoyrdu hann siga var ein áheitan á kommunalpolitikarar um at seta seg uppímóti ætlanini hjá landspolitikarum um at lata onnur enn SEV framleiða elorku í Føroyum.

“Eg haldi at teir skulu halda fast við at royna at stuðla SEV í at vera tann primeri elframleiðarin í Føroyum, og royna at forða landspolitikarunum í at forstýra tað fullkomuliga,” segði havfrøðingurin og veðurlagsgranskarin.

Hetta er ein reinur politiskur boðskapur. Jørðin blívur hvørki heitari ella kaldari av, um onnur enn SEV framleiða streymin í Føroyum. Og tað sum er uppaftur verri er, at eitt slíkt úttalilsi kann vera beinleiðis við til at seinka grøna orkuskiftinum.

Um vit skulu vaksa um framleiðsluna úr varandi orkukeldum við 800 GWt innan 2030, so skulu einar 4-5 milliardir krónur nýtast til íløgur tey næstu árini. Her verður brúk fyri øllum góðum kreftum – ikki minst SEV, men eisini øðrum.

SEV hevur gjørt, og skal framvegis gera milliardaíløgur í net, backup skipanir, pumpuskipan o.a., so har er nógv at brúka pengar til.

Eg haldi ikki at vit skulu brúka tíð og orku til at seta partarnar uppímóti hvørjum øðrum, tí brúk verður fyri øllum. Men tað er sera óheppið, um ein serfrøðingur á økinum er við til at seinka ætlanini um eitt grønt orkuskifti í Føroyum.

Helgi Abrahamsen
løgtingsmaður