Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.


 

Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Varðveitingarátøk í hópatali verða gjørd í Havn

Stórigarður, fiskastykkið, Vesturvarði, grótbrúgvin um Sandá, gamla rættin hjá Eystara Húsagarðsfesti og mangt annað. Allastaðni kring okkum eru søgulig virðir, ið siga okkum nakað um tey, sum undan okkum fóru.

Givið er, at eitt fólk við ongari søgu, er eitt fátækt fólk. Tað eigur tí at verða lagt í okkum øll um at kenna okkara søgu, tí vit hava skyldu til at bera hesa víðari til børn okkara og eftirkomarar annars. Hvussu hetta fer at hilnast, kann bara eftirtíðin vísa.

Tíðir broytast, mentanir broytast, heimurin gerst minni, og vit eru partur av hesum øllum. Eitt nú hava vit sæð, hvussu tann føroyski maturin brádliga fekk onnur virðir enn tey siðbundnu, og hevur nú fingið eitt satt gjøgnumbrot við nýggjum og stórum framtíðarmøguleikum. Tað verður borðreitt við blóðmøri, garnatálg, hvítnýrum og øðrum góðum á matstovum í Havn og aðrastaðni. Nakað, sum neyvan nakar kundi ímynda sær fyri bara 15-20 árum síðani.

Bøtandi hond betri enn spillandi tunga

Einstaklingar og felagsskapir hava ans fyri so nógvum, og tey fjálga og bjarga mongum mentanararvi, og tøkk skulu tey hava fyri tað. 

Vit síggja tað í tónleikalívi, í dansifeløgum, innan sjónleik, gróthús verða laðaði uppaftur, í varðveitingini av eldru húsunum í gomlu Havnini, virkisbygningar og so framvegis.

Fari her at nevna nøkur varðveitingarátøk, ið kommunan júst hevur gjørt, og sum framhaldandi arbeitt verður við. Eisini verða frásøguskelti sett upp, soleiðis at hetta ríkar um upplivingarnar hjá borgarum í býnum og teimum vitjandi.

Gamla seyðarættin og viðtøkugarðarnir á Eystara Húsgarðsfesti við Svartafoss er nýliga lagað uppaftur. Rættin, sum upprunaliga var í Vørðsluni, tá bóndagarðurin var á Húsabrúgv, men sum býurin vaks, varð flutt niðan undir Svartafoss.

Somuleiðis Vesturvarði, stóri varðin vestan fyri Havnina hesumegin Húsareyn ella við Rossagøtuna, sum sæst víða um, var illa farin av tíðarinnar tonn. Men nú er hann eisini laðaður aftur, so hann aftur er sjónligur og prýðiligur fyri okkum øll.

Og ikki minst gamla brúgvin um Sandá úti í Havnardali, sum varð bygd í 20-unum av handfimum monnum undir leiðslu av Wilhelm Tórsheim. Hóast hendan brúgvin ikki verður brúkt longur, so stendur hon sum eitt søguligt byggilistarligt prýði frá einari farnari tíð. Nú verður hon fingin aftur í sín uppruna, asfaltið og bilverjan verða tikin burtur, og smiðjujarnsgelendari verður gjørdur, soleiðis at brúgvin fær sítt upprunasnið.

Stórigarður verður varðveittur, og ætlanin er at fáa tað, sum eftir er av honum, laðað uppaftur, og fáa hann friðaðan. Partar av Stóragarði eru inni á privatari ogn, og arbeiðið er tí treytað av bæði loyvum og samstarvi. Stórigarður hevur sera stóran mentanarligan og siðsøguligan týdning.

Fiskastykkið yviri við Strond verður nú tikið fram aftur til heiður og æru fyri eina farna tíð. Peningur er settur av til uppgávuna, og í næstum byrjar hetta varðveitingararbeiðið.

Endurskapa gamlar bygdargøtur

Ætlanin er eisini at menna gomlu bygdargøturnar, dagføra tær og laða niðurdotnar varðar uppaftur.

Í næstum verður fundur skipaður við landsmyndugleikarnar, sum varða av gøtunum, og ferðavinnumyndugleikan, tí neyðugt er at samstarva um hetta arbeiðið.

Kommunan hevur ikki heimild at nýta pening upp á annanmans ogn, men vit vilja vera við til at fremja málið, og tí verður stig tikið til at leiða partarnar saman. Eingin ivi er um, at hetta verður til gleði og gagns fyri okkum øll. Tað hevur nevniliga týdning at kenna gøturnar og eisini við atliti til vaksandi ferðafólkatalið, fyri trygdina og fyri at minka um slit av lendi.

Sum nevnt omanfyri, eru fólk, einstaklingar og felagsskapir, sum síggja virðir í gomlum og leggja tíð og orku í varðveitingararbeiði av slíkum slagi. Hetta fegnast vit øll um. Tað er nógv, sum treingir til eina bøtandi hond, varðarnir eru eitt, gomlu bøgarðarnir eitt annað. 

Neyðugt er við sjálvbodnum arbeiði, og kanningar vísa, at fólk sum arbeiða sjálvboðið, eru bæði eydnusamari og liva longri.

Sum forkvinna í Byggi- og Býarskipanarnevndini í Tórshavnar kommunu fari eg at heita á øll fólk, ið sita inni við hugskotum ella onkursvegna hava tørv á ráðgeving, leiðbeining ella øðrum stuðuli, um at venda sær til Tórshavnar kommunu. Givið er, at kommunan einsamøll megnar ikki alt, men saman røkka vit munandi longur.

Marin Katrina Frýdal, Tjóðveldi

forkvinna í byggi- og býarskipanarnevndini