Varðveitið Hoyvíkshaga

2020-02-11 16:19

Tórshavnar býráð eigur at sleppa ætlanini um, at byggja nýggjan býling við Stóru Tjørn í Hoyvíkshaga. At leggja uppaftur meiri lív undir asfalt, er ábyrgdarleyst. Sjálvt um tað er við til at bøta um bústaðarkreppuna, ið eisini er kunngjørda endamálið við verkætlanini.

 

Men viðhvørt háttar lívið seg soleiðis at, at vit bert kunnu velja eina av fleiri góðum leiðum. Tíverri er eisini soleiðis við málinum um Stóru Tjørn. 

 

Verður bygt, so verður lívið týnt. Skal lívið hinvegin varðveitast, kann ikki byggjast. 

 

Og tað tykist mær sum ein ómetaliga dýrur løtuvinningur, at fáa fleiri bústaðir við at týna vøksturin í Hoyvíkshaga. 

 

Tað fer helst at koma okkum aftur um brekku. Tí djór og vøkstur eru eisini í eini bústaðarkreppu. Eini, ið er nógv svárari enn okkara. 

 

Støðan er so álvarsom, at vit ikki kunnu halda áfram at taka lendi og byggja sum vit higartil hava gjørt. 

 

Náttúruatlit

Lívið er viðbrekið. Helst í Føroyum. Og tí eiga føroyingar at vera eyka varnir, nú vísindafólk ávara um, at helvtin av heimsins lívfrøðiliga margfeldi kann hvørva áðrenn 2050. 

 

Í góða gras- og mýrilendinum í Hoyvíkshaga spíra blómur, skrava smákykt og reiðrast fuglar. Tað er ríkiligt av graslendi í Føroyum. Men sama kann ikki sigast um mýrilendir, ið eru uml. 1.3% av føroyska lendinum.  


Mýrilendi er sera týðandi partur av vistskipan okkara, og av tí, at Føroyar eru av smædnari stødd, er ikki so nógv mýrilendi at taka av. Men landbúnaður og útbyggingar eru longu farin avstað við ovurstórum parti av upprunarliga mýrilendinum í Føroyum afturat øðrum láglendi. 

Vit vita tíverri ikki við vissu, hvussu nógv av hesum er deytt.

 

Og tað, at vit ikki vita nóg nógv, er sum heild ein trupulleiki við náttúrurøkt í Føroyum. Og vantandi vitan er eisini ein trupulleiki við ætlaðu byggingini við Stóru Tjørn. 

 

Vantandi lendiskanning

Býráðið hevur valt at bjóða projekteringina av býlinginum út. Men ætlanin er ikki endaliga góðkend enn, tí ongin friðingarmyndugleiki hevur givið ætlanini grønt ljós. 

Orsøkin til ta vantandi góðkenningina er, at ongin samtíðarhóskandi  lendiskanning er gjørd av Hoyvíkshaga enn. Og spurningurin er, um nøkur lendiskanning kann nýtast yvirhøvur. 

 

Tí í 2008 varð lendiskanning gjørd av Hoyvíkshaga eftir áheitan frá Tórshavnar Kommunu. 

Tá vórðu 47 plantusløg skrásett, og ongin av teimum vóru hótt. Ongin óvanlig smákykt vórðu funnin. Og av teimum 13 fuglasløgunum, ið eiga í økinum, vóru fýra teirra hótt og á reyðalista (grágás, spógvi, lógv og vípa). 

 

Men staðfest verður í reyðalistayvirlitinum úr 2005, at vísindarligu kanningarnar eru ov fáar. Tey mettu tá, at upp við 74 plantusløg og 54 fuglasløg í Føroyum vóru í vanda fyri at verða skrásett sum “viðbrekin”, “hótt”, “sera hótt” ella “útdeytt” um neyvari kanningar vórðu gjørdar. 

 

Kortini eru hesar kanningar ikki gjørdar. Og hava vit í huga, at lívfrøðiliga margfeldið kring heimin er minkandi, so er ikki óhugsandi, at støðan í Føroyum í dag er verri, enn hon var í 2005. 

 

Tískil er vísindarliga grundarlagið, ið Tórshavnar býráð partú vil nýta til at lata asfaltið drepa svørðin, ikki til staðar. Heldur tvørtur ímóti. 

 

Framtíðar óvissur

Tað ber illa til at staðfesta, hvussu svár árinini verða um býlingurin við Stóru Tjørn gerst veruleiki. 

Vit vita ikki við vissu, hvussu veðurlagskreppan ávirkar Føroyar, annað enn, at tær broytingar, sum vit í dag síggja, á ongan hátt eru jaligar fyri lívið í Føroyum. 

 

Um Golfflógvin verður linari, ið summar kanningar vísa, kólna Føroyar. 

Tá kunnu vit vænta, at lívið í láglendinum týnist. 

 

Verður Golfflógvin hinvegin ikki linari, ið aðrar kanningar vísa, orna Føroyar. Og tá stendur hagafuglur og fjallagras fyri skotum. 

 

Ongin lendiskanning kann taka hædd fyri hesari óvissu, tí óvissan gongur báðar vegir. Um nýggja lendiskanningin staðfestur, at Hoyvíkshagin bert hýsir fuglum, kyktum og blómum, ið ikki eru hótt, er tað tískil ongin vissa fyri, at hesi ikki skjótt kunnu verða hótt og týnast. 

 

Tí er neyðugt at gevast við lendistøku, so, at so nógv lív sum gjørligt fær møguleikan at lívbjarga sær í hesari øldini. 

 

Neiligu avleiðingarnir av at jarða Hoyvíkshaga eru heldur ikki avmarkaðar til Hoyvíkshaga. Tí ymisku vistskipanirnar í Føroyum støðast ikki leysar av hvørju aðrari. Tær liva í samveru. 

 

Við lotum og fuglum ferðast smákykt og sáð úr mýru í graslendi og aftur í mýru o.s.fr. í eini náttúrligari ringrás.

 

Hetta ger, at ílegukervið í Føroysku náttúruni er fjølbroytt. Men taka vit meiri lendi, verður ílegukervið meiri einsháttað. Hetta kann úrslita í, at ymiskt lív í Føroyum verður brekað og doyr út. 

 

Grøna kósin – Hví kynda eldar?

Tað er alneyðugt at skipa fyri djúptiknum og víðfevndum átøkum, um náttúran, og vit sum støðast í henni, skulu eiga lívsgóðar kostir í framtíðini.

At varðveita náttúruna, og at halda uppat at taka meiri lendi, er eitt av teimum. 

 

Tískil eigur Tórshavnar býráð, ið sigur seg vilja gera miðstaðin grønari, at sleppa náttúruoyðandi ætlanini um býlingin við Stóru Tjørn. 

Og byrgja fyri øllum ókomnum ætlanum, ið líkjast.

 

Um ikki, so ber býráðið seg at sum hann, ið hoyvíkingurin Karsten Hoydal her yrkir um í 1946: 

 

 “Tú, sum snarljósið ræðist, sum óttast bert tú kennir roykin av brendum, hví kyndir tú eldar – óteljandi eldar, sum standa til skýggja? 

...

Tú, sum unnir eldin og ljósið – stjørnurnar, fuglasongin, suðið av veingjum, allan mildan tónleik, og lívið: børn og  gras og lomb og fuglaungar – alt tað sum vøkstur er í”. 

 

Tí heiti eg á Tórshavnar býráð um at sleppa ætlanini við Stóru Tjørn, og ístaðin fara undir eina skipaða varðveitslu av hagalendinum í Suðurstreymoy. 

 

Brandar Heðinsson, Hoyvíkingur