Varandi loysnir til heilsuverkið

2019-08-12 22:17


Okkara heilsuverk byggir á skipanina við kommunulæknum og sjúkrahúsverki. Vit eiga at gera alt fyri at styrkja hesa skipanina.

 

Borgarin setur seg vanliga fyrst í samband við sín kommunulækna fyri at fáa kanningar og viðgerð.

 

Í teimum førum, har kommunulæknin metir, at borgarin hevur tørv á at verða kannaður víðari á sjúkrahúsi, vísir kommunulæknin sjúklinginum viðari. Kommunulæknin hevur sostatt ein lyklaleiklut í hvussu sjúkraviðgerðin hjá øllum borgarum verður, tí kommunulæknin er  tann, ið tekur støðu til, um borgarin skal sendast víðari.

 

Fyri at tryggja øllum borgarum eitt gott og skjótt heilsutilboð er atkomuligheitin hjá fólki til kommunulækna av stórum týðningi. Tað er alneyðugt at tryggja nóg nógvar kommunulæknar í Føroyum, so at øll fólk hava sín egna fasta kommunulækna.

 

Fyri at tryggja dygdina av heilsuverkinum, er tað av alstórum týdningi,  at tað ikki eru ómannaði kommunulæknastørv, ella kommunulæknastørv, ið eru mannað av skiftandi avloysarum.


Bulurin í okkara heilsuverki er jú sambandið við okkara egna, fasta kommunulækna.

 

Føroyska heilsuverkið hevur seinnu árini útbúgvið fleiri kommunulæknar, men hóast hetta hava avbjóðingar verið at manna øll kommunulæknastørvini. Hetta er ein avbjóðing, ið vit alsamt mugu arbeiða fyri at loysa.

 

Men til hetta krevst, at heilsuverki sleppur at raðfesta tílíkar varandi loysnir, heldur enn stuttskygdar og dýrar fyribilsloysnir á privatsjúkrahúsum í grannalondunum.