Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.


 

Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Vandamikið evni staðfest í føroyskum alilaksi

Fyri góðum 10 árum síðan kom kanadiski granskarin Victoria Bohne á kanningarstovuni hjá NIFES í Noreg fram á evnið Etoxyquin í norskum alilaksi. Hetta var fyrstu ferð staðfest varð, at antioxidanturin, konserveringsevnið, Etoxyquin, var í alilaksi. Fá ár seinri kom annar granskingarstovnur i Fraklandi fram á somu kanningarúrslit, ið eingin kendi til - onnur enn Victoria Bohne.

Dugnaligir biokemikarar arbeiði ikki fyri at tekkjast politikkarum ella kapitaláhugamálum, men taka sítt yrkið í stórsta álvara. Men her mátti Victoria taka til eftirtektar, at politiska maktin og norski alikapitalurin fekk hana setta frá sum granskara, og at kanningar hennara vóru falsaðar og seinri tileinkisgjørdar.

Victoria Bohne kom fram á, at fyriuttan uppfinnaran av Etoxyquin, ið var Monsanto, var eingin annar enn hon, sum visti um vandamikla heilsuárinið, at evnið hevði eginleikan at treingja gjøgnum kyknur í blóðaðrum í heilanum, og haðani út í sjálvan heilan.

Og just sama hendi við øðrum granskara, amerikonsku Dr. Claudette Bethune, ið í 2006 arbeiddi á granskingardeilidini hjá NIFES fyri matvørutrygd úr fiski og tilfeingi úr sjónum. Claudette fór út alment við síni vitan og ákærdi leiðsluna á NIFES og norska fiskimálaráðharran at spæla við heilsuna hjá landsins íbúgvum. Claudett segði starvið frá sær innan hon bleiv uppsøgd og flutti aftur til USA.

Síðan hava alivinna og politiska apparatið rount at dylja vandamálið við evninum Etoxyquin. Men nú sleppst ikki longur tí fleiri granskingarstovur leggja kortini á borðið, og ávara móti antioxidantinum Etoxyquin.

Fyri góðum ári síðan gjørdi svenskur granskingarstovnur kanning av alilaksi frá fleiri norskum fyritøkum, og harímillum eisini einari føroyskari fyritøku.

Og úrslitið vísti at alilaksur frá øllum framleiðarum, eisini tí føroyska, hevði í sær Etoxyquin.Nøgdirnar vóru rættuliga ymiskar - ein norsk fyritøka kundi vísa lægsta innihald við 27 mikrogram pr. kilo av fiski / vátvekt, meðan onnur norsk fyritøka hevði heili 283 mikrogram pr. kilo. Og føroyski alilaksurin hevði í sær 33mikrogram pr. kilo.

Í dag vita granskarar at Etoxyquin, sum Victoria Bohne eisini kom frá á, at evnið treingir inn í so at siga allar kyknur í mannakroppinum og órógvar kromosini - DNA skipanina - ella arvaeginleika-skipanina. Hesa útsøgn stuðlar professarin Edmund Maser fra universitetinum í Kiel, og leggur afturat, at tað ikki kann afturvísast, at evnið er krabbaelvandi.

Etoxyquin er so at siga einasta virkna evnið á marknaðinum at fyribyrgja at orku- og oljuríka alilaksafóðuri ikki tránar. Næst er eisini við lóg um skipaflutning ásett, m.a. frá IMO, at slíkt foður ikki má flytast við skipi uttan at Etoxyquin er sett til fóðuri. Og orsøkin er at fóðuri er sjálvtendrandi og kann eksplodera sum ein fosforbumba - tá fóðuri hitnar í skipslast.

Europeiski heilsu- og matvørustovnurin EFSA hevur boðað frá, at tað ikki eru nóg góð prógv fyri at Etoxyquin er heilsutrygt at seta til fóður. Og somu niðurstøðu hevur ES ásett í fyriskipan No 1831/2003, og broyting til hesa, frá 7.juni 2107, at Etoxyquin sum antioxidantur til fóður skal endurskoðast seinast 31.desember 2020, og at tillagingar verða til marknaðarføring og sølu av Etoxyquin inntil forboð verður sett í verk at nýta evnið.

Einki evni er enn funnið, ið er eins virkið sum Etoxyquin, og fær fóður- og alivinnan her enn ein álvarsaman trupulleika at dragast við. Politikkarar og alivinna spæls við heilsuni hjá landsins íbúgvum - sum Dr.Claudette Betune segði fyri 10 árum síðan, og man støðan neyvan verða blivin stórt annarleiðis síðan tá.

https://svenska.yle.fi/artikel/2017/10/14/all-odlad-lax-innehaller-omstritt-etoxikin-eu-forbjuder-tillsatsen-2020

Kári Thomsen