Løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin

Bústaður: Heygsvegur 22
490 Strendur

Limur í Norðurlandaráðnum

Limur í uttanlandsnevndini

Tlf. 749048

Teldupostur: helgia@logting.fo

Heimasíða: www.helgi.org

Vallyfti fyri rímiligan kostnað

2019-08-18 20:42

Vallyfti kunnu ofta verða dýr fyri landskassan – um tey verða sett í verk. Flokkar og valevni eiga at hugsa um hetta. Tað ber ikki til at lova veljarunum tænastur, lættar og stuðul, sum einki samband hava við veruleikan.

Sambandsflokkurin hevur til hetta valið valt at raðfesta nøkur øki, sum vit halda liggja innanfyri ein rímiligan kostnað. Vit tora at lova, at vit fara at atbeiða fyri hesum ætlanunum, tí vit trúgva, at tað ber til at halda lyftini, uttan at tað kollrennur landskassan.

Okkara raðfesting snýr seg millum annað um:

  • at eingin sjúklingur skal bíða í meira enn 30 dagar fyri at koma í viðgerð.

  • at barnafrádrátturin í landsskattinum skal hækka við 2.000 krónum fyri hvørt barnið.

  • at størri dentur verður lagdur á rehabilitering.

  • at grundupphæddin hjá pensionistum skal hækka við 580 krónum um mánaðin, og arbeiðsinntøka skal ikki mótroknast í pensjónini.

Viðvíkjandi viðgerðartrygdini siga vit, at hon verður ikki sett í verk eftir einum ári, men vit vilja hækka játtanina á fíggjarlógini við 30 mió. krónum árliga.

Hetta eru nøkur av okkara vallyftum, sum kunnu setast í verk við einum rímiligum almennum útreiðsluvøkstri.


Helgi Abrahamsen
Sambandsflokkurin

















































































































































.