Løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin

Bústaður: Heygsvegur 22
490 Strendur

Limur í Norðurlandaráðnum

Limur í uttanlandsnevndini

Tlf. 749048

Teldupostur: helgia@logting.fo

Heimasíða: www.helgi.org

Sambandsflokkurin í veljarakanningum síðani valið. Afturgongd er vend til framgongd.

Valið verður greiðari

2014-11-10 15:01

Nýggjasta veljarakanningin, sum Fynd hevur gjørt fyri Sosialin vísir, at komandi løgtingsval verður spennandi, og nógv bendir eisini á, at møguleikarnir fyri samgongum eru mestsum avgjørdir frammanundan.

Løgmaður sigur við Rás 2, at sum Tjóðveldi førir seg fram í løtuni, ber ikki til at skipa samgongu millum Sambandsflokkin og Tjóðveldi. " Tey ætla í eina fullveldissamgongu og tað verður eingin fullveldispolitikkur við Sambandsflokkinum," sigur hann. Samstundis heldur Aksel V. Johannesen fast við sína støðu, um at Javnaðarflokkurin vil ikki í samgongu við Fólkaflokkin.

Hesar útmeldingarnar eru áhugaverdar, tí við teimum eru vit komin nærri einum sokallaðum "blokkpolitikki" enn vit nakrantíð hava verið fyrr. Tað tykist at gerast alsamt greiðari, at komandi løgtingsval kann blíva eitt val ímillum verandi samgongu og verandi andstøðu. Tá so veljarakanningin vísir, at munurin ímillum hesar báðar blokkarnar er farin frá at vera 14 tinglimir til samgonguna og 19 til andstøðuna (hetta var so seint sum í juni í ár), til nú at vera tódnaður niður í 16 til samgonguna og 17 til andstøðuna, ja so má sigast, at við hesi gongdini kann hetta komandi árið gerast rættiliga spennandi.

Samgonga millum Javnaðarflokkin, Tjóðveldi og Framsókn

Í seinasta enda eru tað altíð veljararnir, sum avgerð valið, men vit hava kortini loyvi at gita, hvussu støðan fer at verða um eitt ár. Sosialurin, sum hevur bílagt seinastu veljarakanningina, skrivaði soleiðis í oddagreinini hósdagin:

" Tí er mangt sum bendir á, at veljarin fer at biðja Kaj Leo Holm Johannesen hoppa og renna, meðan Aksel V. Johannesen kann skipa samgongu millum Javnaðarflokkin, Tjóðveldi og Framsókn.

Eina samgongu, sum ikki verður bundin niður av Miðflokkinum í etiskum málum, so sum fosturtøkur, rúsdrekka ella samkyndum hjúnabandi..."

Helst er tað nakað tíðliga enn at siga, um hetta kann fara at verða støðan um eitt ár, men sambært nýggjastu veljarakanningini hevði hetta verið úrslitið, um val var nú.

Aðrir møguleikar

Sjálvsagt finnast eisini aðrir møguleikar fyri samgongum, enn verandi samgonga ella verandi andstøða, men onkursvegna er tað gott, at veljarin ikki bara fær at vita, hvørjar flokkar hann hevur at velja ímillum, men at hann eisini veit nøkulunda, hvørjir møguleikarnir eru fyri at skipa samgongur aftaná valið. Sjáldan hevur tann myndin verið so greið, sum hon er nú, eftir at ávikavist størsti og næststørsti flokkur í veljarakanningini hava kritað vøllin av.


Helgi Abrahamsen