Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.


 

Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

'Har pengarnir fólkið flyta' - Valið í Norðoya Sparikassa.

2019-02-23 21:50

Góðu ábyrgdarar

Eg bjóði meg fram sum valevni til umboðsráðið í Norðoya Sparikassa.

Um tit eru samdir við mær í, at ein ikki sjálvur skal kunna gjalda og skipa seg, saman við øðrum í eitt umboðsráð í peningastovni, so er at geva hesum gætur.

Hetta kann vísast í verki við at kanna og atkvøða fyri valevni, ið ikki hevur lagt til rættis og skipað sær leiklut á henda hátt.

Sjálv havi eg eina atkvøðu og verður tað sostatt ikki egin máttur, ið gevur mær sæti í umboðsráði, men mínir førleikar sum álitisvekjandi til hetta starvið.

Eg havi drúgvar royndir og útbúgvingar í peningastovnsvirksemi, eins og eg havi drúgvar royndir í nevndararbeiði.

Í heilt stuttum vil eg lýsa meg sum sera eldhugað í tí eg fáist við. Eg seti stór krøv til professionalismu í virkisøki, - tað verði seg arbeiðsgongd, kundarøkt og tænastustøði og havi serligan áhuga í leiðslu og starvsfólkaøki.

Eg eri upptikin av at eftirmeta og endurskoða vinnuøkið soleiðis, at Sparikassin er ein virkin viðleikari í føroyska fíggjarheiminum, til eina og hvørja tíð.

At hugsa um á valinum 25. februar til 8. mars.

Gott val!

Bergun Kass