Tað riggar í løtuni ikki at leggja lesarabrøv á Lesarin.fo umvegis Facebook.

Fyribils skulu lesarabrøv sendast til redaktion@knassar.fo, so leggja vit tað út fyri teg.

Valið er millum ein nýggjan skúla ella tveir gamlar skúlar

2013-10-07 21:15

Í tørvslýsing av miðbýarskúlum, sum Mentamáladeildin í Tórshavnar Kommunu júst hevur gjørt, er greitt, at tað skulu brúkast á leið 200 mió. kr. til miðbýarskúlar komandi árini. Tað er ikki ein spurningur, um hendan íløgan er neyðug, tí tað er hon. Spurningurin er, hvussu íløgan skal gerast: Skulu tveir skúlar umvælast heilt frá grundini til at lúka dagsins krøv, ella skal byggjast ein heilt nýggjur skúli?

Tórshavnar Býráð hevur leingi vitað, at tað er neyðugt at gera nakað munagott við fólkaskúlarnar í miðbýnum í Tórshavn. Hini økini í býnum hava heilt nýggjar skúlar ella skúlar, sum eru ella fara at vera høvuðsumvældir í næstum. Teir tveir stóru skúlarnir, sum eru eftir, Venjingarskúlin og Kommunuskúlin, eru niðurslitnir, soppafongdir í støðum og lúka als ikki dagsins krøv til skúlar. Í samanbering við nýggju skúlarnar á Løgmannnabreyt og Argjahamri eru karmarnir fyri næmingarnar á hesum báðum skúlum við umleið 750 næmingum tilsamans alt ov vánaligir.

Hvat skal ella kann Býráðið so gera? Jú, tað má handla og geva miðbýarbørnunum somu góðu karmar, sum hini børnini í býnum hava fingið. So Býráðið má annaðhvørt umvæla tveir gamlar skúlar ella byggja ein nýggjan.

Fremsti politiski spurningurin er altíð, hvat neyðugu loysnirnar kosta. Um vit ganga út frá roknistykkinum í álitinum, so er fíggjarligi kostnaðurin við umvæling/bygging og eftirfylgjandi rakstri annaðhvørt umleið tann sami ella, meiri sannlíkt, er tað bíligari at byggja nýggjan skúla og savna alt virksemið har.

Í tørvslýsingini er høvuðsumvæling av Kommunuskúlanum mett at kosta 120 mió. kr. Aðrar dagføringar koma afturat. Høvuðsumvæling av Venjingarskúlanum er mett at kosta minst 48 mió. kr. Aðrar dagføringar koma afturat. Ein nýggjur tveysporaður Vesturskúli er mettur at kosta 170-180 mió. kr. Við verandi næmingatali verður mett, at tað ikki er neyðugt at byggja meira enn tveysporaðan skúla í fyrsta umfari, men møguleiki er fyri útbygging, um tørvurin økist. Verður nýggjur skúli bygdur, er neyðugt at gera nakrar umvælingar á bæði Kommunuskúlan og Venjingarskúlan beinan veg, men langt frá í tí príslegu, sum ein høvuðsumvæling krevur. Skjótari Vesturskúlin verður bygdur, meira avmarkaður verður umvælingartørvurin á gomlu skúlunum.

Uttan at kenna roknistykki í smálutum, er tað rættiliga vist, at raksturin av einum nýbygdum skúla við frítíðarskúla og møguliga forskúla er munin bíligari enn raksturin av tveimum umvældum skúlum og trimum-fýra ymiskum frítíðarskúlum.

Tað er ikki bara fíggjarliga roknistykkið, sum talar fyri einum nýggjum skúla til miðbýarbørnini. Í einum nýggjum skúla ber til at hava alt skúlavirksemið í somu eind.

Við ætlanunum hjá landinum at játta tímatal til einstaka næmingin heldur enn til flokkar, er eisini stórur tørvur á at fáa samlað eindirnar mest møguligt. Um metingarnar av næmingatilgongdini halda, so kunnu tað vera tvey ella trý spor við 20-24 næmingum í Vesturskúlanum, heldur enn tvær ferðir tvey spor við 15-18 næmingum, kanska onkuntíð eitt spor við 24 næmingum. Verða flokkarnir og samlaða næmingatalið í hvørjum árgangi ov lágt, gongur hetta útyvir møguleikarnar at kunna bjóða nøktandi valmøguleikar, eitt nú fjølbroytt úrval av tilboðum í handverk/list og tilboðum av vallærugreinum í framhaldsdeildini.

Foreldraumboðin í Skúlastýrinum fyri Venjingarskúlan halda, at skilabesta loysnin er at byggja Vesturskúlan og tað skjótast gjørligt. Ynskir Býráðið aðra loysn av politiskum orsøkum, má tað vera av øðrum atlitum enn fakligum og fíggjarligum. Tí hesi atlit peika øll móti Vesturskúlanum sum røttu loysnini.

ES: Ein miðbýarskúli er afturat, Sankta Frans skúli, sum eisini hevur tørv á høvuðsumvæling. Roknað verður við, at uttan mun til, hvør loysn verður vald fyri Vesturskúla ella Kommunuskúla og Venjingarskúla, so skal Sankta Frans skúli umvælast og varðveitast við á leið sama virksemi sum í dag. Tí er hann ikki tikin við í metingarnar omanfyri.

Foreldraumboðini í Skúlastýrinum fyri Venjingarskúlan