Valflesk

2012-09-15 02:10

Dimmalætting nevnir oddagreinina í dag fyri valflesk. Dimma skrivar, at nú lova valevnini til komandi bý- og bygdaráðsval gull og grønar skógir. Blaðið sóknast eftir veruligum ætlanum, sum kunnu gera, at meira liviligt verður í Tórshavn og í restini av landinum. 

Dimma skrivar m.a: ”Kommunuskúlin stendur sum ein skomm, men býráðið megnar ikki at taka eina støðu um, hvat skal henda við skúlanum í miðbýnum. Onkrir býráðslimir tosa um, at hann skal gerast til íbúðir, men tað ljóðar nokk so løgði, tá ið hann ikki kann brúkast til skúla.”


Eg havi skrivað ein grein, har eg vísti á, at Kommunuskúlin neyvan verður skúli aftur, og at tí hevði verið skilagott at gjørt íbúðir í honum.


Sjálvsagt má Kommunuskúlin umbyggjast og reinsast fyri sopp, um fólk skulu búgva har, men við at fáa einar 40 íbúðir bygdar í verandi skúla, kunnu vit fáa meira lív í miðbýin.


Eisini hevur verið sóknast eftir alternativum íbúðarmøguleikum, har lesandi, ung og gomul kunnu búleikast, og er møguleikin nú til staðar.


Kommunan skal ikki standa sum byggimyndugleiki, men kommunan kann eftir einum føstum leisti bjóða byggifyritøkum - saman við Húsalánsgrunninum - at gera hesar íbúðirnar fyri ein kostnað, ið er fastlagdur áðrenn nakað verður gjørt.


So kann tann, ið hevur besta prísin og besta prosjektið, gera og selja íbúðirnar. Á tann hátt, kann slík bygging verða gjørd, uttan kostnað fyri kommununa.


Umráðandi er at hava ein skúla í míðbýnum, og við lítlari útbygging, kann Santa Frans skúli eisini hava eina framhaldsdeild, og harvið gerast skúlin í miðbýnum.


Eg vil enda á hesum sinni við skilagóðu orðunum í oddgreinini hjá Dimmalætting: ”Góði veljari! Kann vera tú velir tann, sum gevur dýrastu lyftini. Vit skulu bert minna á, at ongin annar er at gjalda enn tú sjálv/ur.” 


Jan Christiansen