Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.


 

Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Valfebur?

Ella hví tosa Bárður Nielsen og Sambandsflokkurin um, at tað almenna skal tryggja fólki fasta rentu?


Almenn íblanding.

Tá fólk samskifta við bankar um bústaðarlán, so eru tað tveir partar, ið samrádast og tveir partar, ið taka á seg váða.

Skuldarin váðar at seta seg í ov stóra skuld, tí inntøkan kann minka ella rentan kann hækka, og bankin váðar at missa pengar og inntøku, um skuldarin ikki rindar aftur, og um bankin ikki fær selt ognina fyri somu upphædd, sum eigarin skyldar.

Henda váða royna partarnir at taka hædd fyri og minka mest møguliga. Gera útrokningar og leggja uppfyri møguligum broytingum í kostnaði og afturgjaldingarevnum, soleiðis at skuldin kann verða afturgoldin.

Og soleidis skulu seljari og keypari og marknaðarkreftur arbeiða, fyri at fáa keypiorku og søluvirði í javnvág, og á ta legu, sum samsvarar við rentur og ferð á búskapi.

Hava vit ráð?


Ella hvussu kann landið verða partur av hesum og hvat við teimum, sum tóku lán í fjør ella fyrraárið, ella hvussu langt aftur skal hetta galda, fyri at verða rímuligt fyri flest øll?


Og skal tað snúgva seg um samlaðu bústaðarskuldina fyri landið, og hvat krónutal tosa vit um, ella hvar skal landið finna peningin, tá rentan fer uppeftir og landið skal traðka til?

Frá teim gomlu, sjúku, skúlum, tunlum, vegakervi ella hvussu?

Tí tað tykist ikki sum fólk og vinna vilja gjalda meira í skatti og gjøldum, og tí má takast frá øðrum.

Nei, eg haldi ikki at landið skal taka á seg hesa uppgávu. Av tvinnum orsøkum.

At vit dag og dagliga verða mynt á øktan kostna innan kjarnuvælferð, bæði á eldraøkinum, tí vit verða nógv fleiri eldri og eisini á heilsuøkinum, grundað á tað sama og at viðgerðartilboðini verða fleiri og fleiri.

Hetta verða avbjódingar, ið vit longu nú mugu taka í størsta álvara og arbeiða við, og tí síggi eg slettis ikki ‘belegg’ fyri at tosa um at fastfrysta rentur uppá almennan kostna.

Uttan so, at tankin er sera góður og tykist at lýsa viðurskiftini lættari fyri øll, ið hava bústaðarlán.

Í fyrstu atløgu!

Er eingin varandi loysn.

Tí hetta verður sum at pissa í buksurnar, tað fløvar eina stokkuta stund, og so blívur tað bara óbehagiligt.

Og nú til seinnu orsøk.

Tí henda vælvild og tað, at landið nú, sum ein av trimum, tekur á seg part av váðanum, kann viðføra eina uppaftur hægri fígging, hægri skuld og hægri húsaprísir, tí samlaða kredittvirðið økist í takt við talið av váðafúsum eindum ella kautionistum, sum hetta slagið av almennari hjálp kann kallast.

Soleiðis verða avleiðingarnar av almennari íblanding og soleiðis kenna vit líknandi loysnir, har tað almenna spjaddi til.

Og tí eiga vit at verða atfinningarsom um uppskot av hesum slagi.

Heldur eigur Sambandsflokkurin at vísa skynsemi og samfelagsábyrgd enn tekkjast fólki við skattafíggjaðari trygging, sum ikki rættuligt hald er í.


Bergun Kass, býráðslimur fyri Framsókn.