Útbúgving og starvsroyndir:
M.A. í føroyskum og fronskum máli og bókmentum.
Lisið vegleiðing á Fróðskaparsetri Føroya

Løgtingskvinna síðani valið 1.september 2015. Forkvinna í mentanarnevnd løgtingsins.
Landsstýriskvinna í Útbúgvingar og granskingarmálum síðani 14.februar.

Starvsroyndir m.a. frá Miðnámsskúlanum á Kambsdali sum undirvísari og sum lestrarvegleiðari.

Politiskar og líknandi royndir:
Býráðslimur í Eysturkommunu og forkvinna í Vinnu- og havnanevndini (farloyvi síðani febr.2019), tingkvinna fyri Framsókn og næstforkvinna í Framsókn. Harafturat franskur konsul í Føroyum.

Sum ein av stigtakarunum til Framsókn og vald í Eysturkommunu býrað á listanum hjá Framsókn leggi eg drúgvar royndir við politiskum virksemi og uml.11 ára royndir í býráðsarbeiði og formansarbeiði til.

Framsókn kann vera við til at taka munandi stig á rættari kós fyri okkara samfelag.

Frá ungum aldri havi eg arbeitt fyri størri sjálvbjargni og sjálvstøðugum Føroyum. Korini hjá einstaklinginum og vinnulívi hava eisini havt mín stóra áhuga og hesi virði eru grundarlag undir øllum arbeiði, eg fáist við.

Seinnu árini havi eg arbeitt nógv við útbúgvingarpolitikki og mentanarpolitikki eins og einum fjølbroyttum úrvali av málum innan kommunalpolitikk, sum varatingkvinna og nú sum vald tingkvinna innan landspolitikk.

Afturat hesum koma royndir frá altjóða og norðurlendskum virksemi.

Vaksnamannaútbúgving sum íløga

2015-03-07 20:28

Vaksnamannaútbúgving sum íløga

Føroyar eru í kapping við grannalond - serliga Danmark - um tey, sum fara undir útbúgving – eisini tey vaksnu. Tí mugu vit byrja at seta fokus á og samskipa vaksnamannaøkið!

Vaksnamanna Útbúgving (VÚ) er eitt stovnsett og væl grundað hugtak í londunum rundan um okkum og hetta kenna Føroyar m.a. á fráflyting til ymsu útbúgvingartilboðini – serliga í Danmark.

Ein búskaparlig grundgeving er, at fólk, sum fara gjøgnum eina mennandi VÚ mannagongd og gerast sjálvbjargin, elva til tað, samfelagsvísindin kallar lívsvirðisvøkstur. Tað gagnar ikki samfelagnum og tí einstaka, at hond ikki verður tikin um tey, sum detta burtur millum. Tí er eyðsæð, at á økinum vantar ein yvirskipað strategi fyri VÚ & samskipan.

Myndugleikar í ymsu londunum hava sett greið mál og ætlanir fyri VÚ.

Í Norra skrivar stovnurin, sum hevur ábyrgd: “En sentral oppgave er å arbeide for økt deltakelse i samfunns- og arbeidsliv ved å heve kompetansenivået for voksne”

Í Írlandi sigur felagsskapurin, sum samskipar VÚ “The mission of AONTAS is to advocate for the right of every adult in Ireland to quality learning”

Framsókn hevur lagt uppskot fram, sum heitir á avvarðandi myndugleika um at seta fokus á hetta týdningarmikla mál. Endamálið við uppskotinum til samtyktar er at fáa eina samskipan, viðurkenning og fokusering av tí arbeiði, sum verður gjørt kring landið innan VÚ, og harafturat at staðfesta ábyrgd av VÚ umframt at viðgera og staðfesta, hvat skal til fyri seta á stovn og menna eina skipaða VÚ við eini greiðari ætlan í ráðum, stovnum og hjá avvarðandi áhugapørtum.

Uppskotið, kann lesast her:

http://www.logting.fo/casenormal/view.gebs?menuChanged=16&type=4&committeeId=0&caseNormal.id=2544