Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.


 

Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Vakna rópar sambandsmaður!

Í áhaldandi royndunum at skapa øsing sendi Bárður S. Nielsen í seinastu viku eitt lesarabræv út við yvirskriftini ”Nú má Javnaðarflokkurin vakna!” Boðskapurin er ein vavgreytur av mótvilja og sjálvfylgjum, og tað er torført at fáa eyga á, hvat Bárður S. Nielsen vil við hesum lesarabrævi - annað enn at skapa øsing og klandur á heimliga pallinum um arbeiðið við stjórnarskipanini.

Bárður S. Nielsen leggur fólk undir at skapa øsing, bæði í ríkinum og á altjóða pallinum. Men eingin roynir sum hann sjálvur at skapa øsing og at ræða fólk, nú stjórnarskipanin aftur er á skrá, og nú samgongan við løgmanni á odda megnar at loysa eitt stórmál fyri og annað eftir.

Støðug mjarran
Í lesarabrævinum førir sambandsformaðurin fram, at ’elitan’ í samgonguni hevur sum høvuðsætlan at skapa konfrontatión í ríkinum, og at sokallaða ’stjórnarskipanin’ skal til fólkaatkvøðu, sum er fyrsta stigið til at taka Føroyar úr ríkinum. Kryptiskar og ógreiðar orðingar, og ringt er at fáa eyga á, hvør veruligi trupulleikin er. Annað enn, at Bárður S. Nielsen sum ikki eina ferð tekur frástøðu frá øllum politiskum virksemi, ið ikki slær fast við sjeytumma seymi, at vit antin standa í stað ella flyta okkum aftureftir.

Uppgevandi og uttan íhald mjarrar Bárður S. Nielsen um líkt og ólíkt. Fyri tíðina er tað so arbeiðið við stjórnarskipanini, sum fær sambandstoyggið, og í hesum føri er Bárður S. Nielsen katólskari enn pávin. Tí Lars Løkke Rasmussen hevur alment gjørt greitt, at eingir trupulleikar eru við at góðtaka orðingarnar í uppskotinum til stjórnarskipan, sum hevur verið til hoyringar, og sum í løtuni er til viðgerðar í §25-nevnd í løgtinginum.

Einki er at ræðast
Hvat vil sambandshøvdingin so? Well, hann var ímóti borgararættindum fyri samkynd. Hann var ímóti eini nýskipan í fiskivinnuni. Hann er ímóti eini loysn á pensjónsøkinum. Og nú stendur hansara frumræðsla, fyri at tað allarminsta pettið skal henda á politiska pallinum, so aftur í ljósum loga.

Men her er einki at ræðast, heldur ikki fyri ein sambandsmann. Talan er um eina stjórnarskipan, eitt skjal, sum staðfestir samleika, vald og onnur grundleggjandi viðurskifti.

Fólkaatkvøðan gevur fólki møguleika at taka støðu til nakrar grundleggjandi demokratiskar grundreglur, sum vit ikki áður hava tikið støðu til.

Standa saman
Bárður á Steig Nielsen kemur við eini áheitan um, at vit skulu standa saman um tey góðu viðurskiftini, vit hava. Kundi ikki verið meira samd, og royndir okkara vísa eisini, at tað ber til at samstarva og vera saman í friði, hóast grundleggjandi ósemjur. Fari tí at senda hesa stórbæru áheitan aftur til Bárð S. Nielsen, tí tað hevði klætt honum at víst í verki, at eisini hann hevur ein vilja til politiskar loysnir.

Kristianna Winther Poulsen,
tingkvinna fyri Javnaðarflokkin