Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.


 

Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Vakmyndatól umborð á flakatrolaranum Enniberg

Hettar bræv verður sent sum kunning til Føroya Fiskimannafelag, Fiskimálaráðið og føroysku fjølmiðlarnar. Brævið verður tíverri sent uttan avsendara, og sigur eitt sindur um, hvussu veikur fiskimaðurin stendur í Føroyum í 2018.

Tá mannningin mynstraði umborð á Enniberg 24. januar 2018 vóru vakmyndatól sett upp ymsastaðni á fabrikkini, harímillum uppiyvir skráskerarunum, uppiyvir reinskerðingarborðunum og uppiyvir pakkiborðinum. Hettar hendir, uttan at manningin hevur fingið nakað at vita frammundan, og uttan at nøkur kunning er uppi um hví, og um hvør hevur atgongd til myndirnar.

Á heimasíðuni hjá Dátueftirlitinum er yvirlit yvir tey sum hava fráboðað uppsetan av vakmyndatóli. Enniberg stendur hvørki undir ”Loyvir, sum Dátueftirlitið hevur givið í 2017” ella ”Loyvir, sum Dátueftirlitið hevur givið í 2018”. Tvs. at hettar er gjørt uttan loyvi frá myndugleikunum.

Eisini er yvirlit við 5 punktum á heimasíðuni hjá Dátueftirlitinum við hesum heitinum: ”Hetta eigur tú at hugsa um, áðrenn tú setur upp vakmyndatól”:

Har stendur m.a.

Punkt 1:

”Er veruliga neyðugt við eftirliti?

Hugsa fyrst gjølla um, hvørt tað veruliga er neyðugt at hava eftirlit við vakmyndatóli og um endamálið er sakligt. Um eftirlitið ikki er neyðugt, er tað heldur ikki lógligt”.

Tað hevur ikki verið nakað álvarsligt óhapp á fabrikkini umborð á Enniberg í tey 28 árini, skipið hevur verið í føroyska fiskiflotanum, so um eftirlitið er neyðugt, er tann stóri spurningurin.

Punkt 2:

“At seta vakmyndatól upp, eigur altíð at vera seinasta loysnin á einum trupulleika”.

Her er spurningurin, hvørjum trupulleika? Tá tað ikki hevur verið nakað óhapp, og tað er ómøguligt at stinga av við flakamaskinum á opnum havi, er ringt at fáa eyga á nakran nevniverdigan trupulleika.

Punkt 3:

“Er tað loyvt at hava eftirlit við økinum við vakmyndatóli?

Arbeiðsgevari kann hava eftirlit við starvsfólkum, um serlig atlit tala fyri hesum. Tað veri seg fyri at tarna revsiverdum gerðum, fyri at verja heilsu og trygd hjá starvsfólkum e.t.”

Tað er trupult at fáa eyga á serlig atlit, ið tala fyri at seta vakmyndatól upp. Sí omanfyri.

Punkt 4:

“Kennir tú tínar skyldur, tá tú hevur eftirlit:

Tú skalt boða Dátueftirlitinum frá, áðrenn tú fert undir at hava eftirlit.

Tað er ikki loyvt at hava dult eftirlit. Á sjónligum staði skal standa, at økið er undir eftirliti og hvør, ið hevur eftirlit við økinum”.

Umborð á Enniberg stendur einki um, hví eftirlitið fer fram, og hvør hevur eftirlit við økinum.

Í vón um at onkur tekur hettar upp, fyri at verja føroyska fiskimannin. Enniberg fer eftir ætlan av Havnini týskvøldið 20. mars.


Heilsan
Ein av gott 40 monnum, ið er undir eftirliti hjá P/F Enniberg