Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.

 


 

 



 

Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Vágbingar í miðdepilin

2020-11-07 21:54

Góðu vágbingar,

Nú styttist til okur endiliga sleppa á val aftur, og eri eg, eins og tykur flest, spent at seta krossin á valdegnum, og bíða eftir úrslitinum.

Okur á lista B í Vági vilja seta borgaran í miðdepilin, tí tað er trivnaðurin og vælferðin hjá okkara borgarum, ið drívur verki.

Undanfarið, hevur valskráin hjá lista B verið lýst, og fari eg í hesi grein at lýsa tey bleytu málini, ið eg vil arbeiða við. Eg vil fyrst nevna, at kommunuskuldin er høg, og tí er neyðugt við hóvligum fíggjarpolitikki. Grund er tó ikki til at fella í fátt, tí kommunuskuldin hevur verið høg onnur valskeið. Nevnast kann m.a., at tíðirnar vóru ikki góðar tá listi C legði lunnar undir og bygdi okkara barnagarð! Hetta fingu tey at beratil við neyvari fíggjarstýring.

Stórar og neyðugar verkætlanir mugu eisini gerast komandi valskeið og við einum sterkum lista B verður tað gjørligt.

Borgarin í miðdepilin

Hóast Vágsbygd er heimsins nalvi, eru okur ikki fleiri her, enn tey ið møta til arbeiðis á norska universitetinum í Agder. Tá okur ikki eru fleiri her í bygdini, enn eitt miðalstórt arbeiðspláss í Skandinavien, kann tað verða lætt at generalisera borgarans tørv! Men vágbingar eru ikki ein homogenur massi. 

Støðan er tann, at vágbingar liva og virka bæði her í bygdini og verðina runt. Tí má samferðslan verða minni tíðarkrevjandi, og tí vil eg arbeiða fyri, at fleiri tyrlutúrar verða millum Suðuroynna, Havnina og flogvøllin fyri at tryggja mobilitetin. Av tí, at okur ikki eru fleiri enn okur eru, skulu vágbingar ferðast longi innanlands fyri at brúka almennar tænastur, t.d. sertænnlækna, sálarhjálp og diabeteslækna. Meginreglan fyri slíkar tænastur skal verða; heldur enn at flyta suðuroyingar runt Føroyar, so má kannast, um hesar tænastur kunnu flytast til oynna (sjálvsagt, eftir tørvi). Tíverri glapp føðideildin á Suðuroyar Sjúkrahúsi okum úr hondum, og støðan hjá okra barnakonum hevur síðan tá, verið alt annað enn góð, faktiskt undir alt lágmark, og eg góðtaki slett ikki, at vágingar verða soleiðis viðfarnir. Íkomna støðan hjá vágbingum, ja suðringum við, er næstan líka margháttlig, sum støðan hjá hvalbinginum, ið bílegði rottugift úr Havn, og varð í álvara spurdur, ”um giftið skuldi sendast allan vegin suður? ”Tú sig mær, skal eg senda rotturnar norður?”

Skil meg rætt, eg samanberi ikki vágbingar við rottur, men samanberi støðuna og tænastuna, ið framvegis verður bjóðað okkum.

Børn og ung

Barnaansingarøkið skal endurskoðast og eftirmetast, sjálvandi í samráð við okra fakkunnleika. Eisini er neyðugt at greina, um nokk er við einum tilboði í smb. við barnaansing. Trygdin rundanum Eikilund skal bøtast, og tí er neyðugt at seta girðing upp, tí sum støðan er nú, er púra opið oman til Ósan. Ótrygt fyri børn og starvsfólk. Ungdómshúsið skal hava betri sømdir, og fyrsta stig á vegnum, eru neyðugar umvælingar av ungdómshúsinum, ið skulu tryggja ungdómi og starvsfólki betri umstøður at virka í.

Í Vági hava okur tvey góð spælipláss, men sum eg sakni okkurt til tey smærri børnini á spæliplássunum. Nýggja spæliplássið á Sandinum burdi havt bleytari lendi, okkurt til smærri børnini og borð/benkur so foreldrini kunnu seta seg niður, drekka ein kaffimunn og fáa eitt gott prát.

Familjan

Eg vil geva barnafamiljum betri fíggjarligt rásarúm, og tí skal bert 1 ansingargjald pr. familju verða, og barnafrádrátturin skal hækkað við 500 kr. um árið komandi fýra árini. Eg skilji, at ongin familja er eins, og tørvurin er ymiskur; er ynski at verða heima við børnunum, vil eg viðgera hesi mál jaliga og stuðla undir, at pengarnir skulu fylgja barninum. 

Eg vil virka fyri, at okkara eldri borgarar fáa bestu sømdir í egnum heimi, eldrasambýlið ella ellis- og røktarheimi. Øll hava rætt til góð eldraár!

Tykur hoyra meiri frá mær í næstu grein, ið fer at umrøða vinnu, mentan, trygd v.m.

X við lista B – X við meg!