Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.




Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Vágaportalurin sær hvørki bjálka ella flís.

2014-01-27 22:23

Nú haldið eg, at Vágapportalurin má halda uppat við sínum fjákalótum. Er tað ikki "eygleiðari", so er tað "vinstrimavir”, "advokatur", “ad-hoc” ella okkurt heilt annað. Og endamálið hjá Vágaportalinum er alla tíðina at bera í bøtuflaka fyri privatpersónin Jørgen. Hetta hóast hann er sitandi fíggjarmálaráðharri og var varamaður á Løgtingi, tá tollmálið fór fram.

Samstundis so verður tíðindamaður gjørdur til láturs á Vágaportalinum, einans tí hann hevur gjørt sítt arbeiði, sum ein journalistur eigur at gera. Nógv vitni vóru hjástødd, eins Norðlýsið sjónvarpaði ein ótrúliga arrogantan fíggjarmálaráðharra, sum í Miðlahúsinum als ikki vildi taka nakra sum helst ábyrgd, tá hann sum varamaður á tingið, beinleiðis gjørdi seg sekan í tollundandrátti.

Orsaka av hesum so kenni eg meg provokeraðan til at greiða frá eini hending nøkur fá ár aftaná,at tollundandrátturin var framdur. Dagin fyri sum sitandi fíggjarmálaráðharri av Fólkaflokkinum varð kosin fiskimálaráðharri, legði hann upp til dokumentfalsan. Har afturat legði hann upp til at bróta lógina, sum hann sjálvur skuldi umsita dagin eftir sum fiskimálaráðharri.

Hetta skuldi gerast við at" fifla" við vektarseðlinum á virkinum Tomba, soleiðis at góður toskur skuldi skifta ham, so tað gjørdist upsi í staðin fyri. Har afturat væntaði hann sær eitt krónuvirði aftur fyri, tá toskurin var seldur út aftur av virkinum. Sum tann reðiligi maður skiparin var, so tók hann ikki av tilboðnum.

Tá eg spurdi mína keldu, sum var skiparin á fiskiskipinum, um tann tá komandi fiskimálaráðharrin ikki skemtaði, tá hann gav hetta tilboðið, var svarið nei. Hann kendi so væl tann komandi fiskimálaráðharran, at hann visti, at tað var í fullum álvara, at hann gav honum "tilboðið ".

Persónliga varð eg noyddur at liva við hesi márgháttligu og samstundis álvarsligu hending, til einaferð. So orkaði eg ikki meira, og tí sendið eg millum annað Bjarna Djurholm og Óla Breckmann brøv, har eg greiddi teimun frá, at teirra fiskimálaráðharri hevði lagt upp til dokumentfalsan og óreiðiligheit. Fyri at vísa álvaran í hesum málið læt eg skína í gjøgnum, at tað ikki bara var undirritaði, sum visti um málið.

Hvussu leingi skal landsstýri, Løgtingið og umsitingin liva við einum politikara, sum moralskt og etiskt er farin so langt av leið, at tú finnur ikki orð fyri tí. Talan er um óreiðiligheit og beinleiðis svik, sum hevði fingið álvarsligar avleiðingar fyri vanliga skattaborgaran. Tað má og skal fáa avleiðingar fyri ein og hvønn politikara.

Orsaka tær ákærur, eg her havi lagt fram, gangi eg út frá, at Christian Andreasen, advokatur hjá fíggjarmálaráðharranum, stevnir undirritaða fyri ærumeiðing. Eg møti fegin í rættinum, sjálvt um eg eri í somu støðu sum fíggjarmálaráðharrin, tá hann fríkendi seg sjálvan í samband tollsvik, tí brævið viðvíkjandi uppsøgnini var farið í "gloymskunar hav", og einasti persónur, ið kundi siga, hvat var hent, var farin undir grønu torvu.

Keldan hjá mær er heldur ikki ímillum okkum longur. Hinvegin so er mín frásøgn líka sonn sum tann frágreiðingin, sum Christian Andreasen advokatur legði fram í Miðlahúsinum.