Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.




Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Vælkomin umborð

2019-08-20 19:32

Eg eri valevni á Sjálvstýrislistanum í ár, 2019.

Millum dugnalig og framfýsin valevni hjá Sjálvstýrisflokkinum, roynd sum óroynd, fari eg bera fram á torg hjartamál og raðfestingar, sum skulu mynda meg í politiskum hylki.

”Seinar eru einar hendur”, sigur tíðarleysa orðatakið - vit skulu lyfta í felag. Kumpassin er rættað, og okkara stevnumið eru:

- møguleikar í grønari vinnu

- minka um luft- og ljóðdálkan nærhendis bygd og bý

- flyta almennar stovnar úr Tórshavn, og harvið lætta um ferðslu- og bústaðartrýstið í høvuðsstaðnum

- innkomuvegurin Skálafjaramegin (Runavík). Ferðslan skal leiðast út um miðbýin

Viðvíkjandi tunnilsverkætlanini, ”Eysturoyartunnilin”, skal luturin hjá Kári P Højgaard ikki liggja ógáaður. Hann hevur framt eitt satt bragd til frama fyri infrakervi í landinum.
Seinasta hond verður løgd á, tá innkomuvegurin verður tikin til høldar.

Sjálvstýrisflokkurin hevur við Kári P. Højgaard, og Jógvan Skorheim , staðið stinnur á Skálafjørðinum og í Norðoyggjum.

Í samráð við teg, veljarin, fara vit at byggja út. Bøgarðarnir í Eysturoy og Norðoyggjum laða vit um, soleiðis, at teir røkka norðri úr Ennibergi, suður til Akraberg. Vesturi úr Mykines og eystur til Fugloynna.

Í hópinum telist nú royndi og úrslitshorvandi politikarin, Kristin Michelsen , sum fyndigur hevur ført vælhilnað politisk stórmál í hús. T.d. kann nevnast Hvalbiartunnilin.

Til undanfarna val var Kristin undangongumaður í tunla fyrireikingunum, og í dag gongur sjón fyri søgn.

Vælkomin umborð, og vónandi fáa vit tikið mong munagóð polititisk tøk. Rimmarfastar, sum Báradrangur, fara vit í holtur við loysningar fyri land og fólk.

Bera tit eitthvørt fyri brostið vilja vit fegnir hoyra.

Við framburðs heilsan,
Andrias Jacobsen – valevni Sjálvstýrisins