Eri fyrstilærari í Nólsoyar skúla.

Vælkomin til Nólsoyar!

2013-05-25 15:18

Nógv verður prátað um trupuleikan/avbjóðingina, at fólk flyta. Summi seta sær fyri at fara undir vakstrarætlan og onnur tiltøk, at gera sítt til at fólk støðast, heldur enn bert at seta seg upp afturá í máttloysi. Nú hugsi eg, at vit eiga tørn!

"Tí tað er í Nólsoy eg vil búgva, her er so friðaligt og...". Orðini í sanginum eru idyllisk og lýsa ein part av bygdarlívinum, Nólsoy hevur at bjóða. Eg ynski mær, at nólsoyingar í felag seta sær mál at lýsa og selja oynna, so vit øll kunnu gera okkara til at fólkatalið veksur.

Fólkatalið í Nólsoy minkar - eins og aðrastaðni - men munurin er, at tá ið vit eru so fá, telja einstøku borgararnir lutfalsliga nógv meira enn í størri bygdunum.

Tí verður neyðugt hjá okkum "at selja oynna", vísa á idyllin og saman at styrkja og stimbra allar lutir, ið kunnu fáa verðandi borgarar at støðast, samstundis sum vit kunnu lokka nýggjar borgarar til.

Í Nólsoy hava vit: Vøggustovu, barnagarð, skúla, frítíðarskúla, barna- og ungdómshús, kirkju, missiónshús, bygdarhús, avhaldshús, tilhaldið, handil, kunningarstovu, Heimavirki, kaffistovu, postavgreiðslu, gott ferðasamband, tóm hús, útstykkingarætlan, fótbóltsvøll, úti-fimi, søvn, ferðafólkatilboð og eina frálíka náttúru.

Okkum manglar: Borgarar, ið ynskja at nýta, njóta og menna oynna, saman við okkum.

Kom til Nólsoyar og njót bygdarlívið saman við okkum!

Kom til Nólsoyar og njót útsýnið til Havnar!

Ver vælkomin til Nólsoyar!

Jákup av Skarði