Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.


 

Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Vælkomin á ráðstevnu, Edmund

Edmund Joensen, fyrrverandi fólkatingsmaður hjá Sambandsflokkinum, gevur ilt av sær í einum lesarabrævi á VP fyrr í kvøld, har hann m.a. sigur, at Tjóðveldi talar fyri at seta aðrar enn eina føroyska grundlóg í gildi í Føroyum.

Hann sigur seg enntá hava frætt, at talan er um eina katalanska.

Um hann hevur droymt hetta um vikuskiftið ella kanska við vilja pentað hesa røvarasøguna saman, er ilt at gera av, men heilaspuni er hon ið hvussu er.

Ongin í Tjóðveldi hevur nakrantíð tosað um annað enn at seta eina føroyska grundlóg í gildi í Føroyum, um meiriluti annars fæst fyri tí á eini fólkaatkvøðu.

Mær tykir, at Edmund Joensen er vorðin heldur perpleks av, at Tjóðveldi fyrr í dag boðaði frá, at ráðstevna verður um tjóðskaparligan sjálvsavgerðarrætt í Norðurlandahúsinum fríggjadagin 12. oktober, har umboð úr Ný Kaledonia, Skotlandi, Katalonia og Føroyum verða við.

Ráðstevnan er almenn, og atgongdin er ókeypis. Edmund er hjartaliga vælkomin á ráðstevnuna at lýða á tað, sum har verður borið fram. Har verður eisini høvi at hoyra poltikarar úr øðrum tjóðum greiða frá støðuni í heimlondunum og teirra støðu til sjálvsavgerðarrætt.

Ongin luttakari forpliktar seg til meiri enn at lurta eftir tí, sum verður borið fram.

Sum eg lesi viðmerkingina hjá Edmundi Joensen, hevur hann ríkiligt av plássi fyri einum víðkaðum sjónarringi.

Magni Arge, fólkatingsmaður hjá Tjóðveldi