Útlendsk arbeiðsmegi einasta boðið

Samgongan hevur samtykt at loyva byggivinnuni at innflyta handverkarar, nú virksemi í vinnuni er vaksandi. Sum gongdin er á okkara arbeiðsmarknaði, har handverkarar í stórum talið arbeiða uttanlands, er sjálvandi neyðugt at taka stig, so tørvurin á arbeiðsmegi her heima kann nøktast. Tann lættasta loysnin, er at loyva útlendskari arbeiðsmegi at koma til Føroyar.

Samgongan hevur, síðan hon tók við í 2011, sitið á hondunum meðan okkara faklærda arbeiðsmegi er farin av landinum. Tað er sera skilligt at handverkarar, heldur enn at ganga hond í lumma fara har, ið arbeiðið er. Vit eru heppin at eiga so dugnaliga arbeiðsmegi, ið er eftirspurd eisini úti í heimi. Ein viðvirkandi orsøk til arbeiðsloysi innan byggivinnuna, seinnu árini, hevur uttan iva verið, at almennu byggiverkætlaninar eru fleiri ár seinkaðar. Nú eru nógvar verkætlanir klárar at fara í gongd samstundis og er hetta orsøk til fløskuhálsin. Ì staðin fyri, at almenna byggiarbeiðið var meira javnt yvir ár.

Politiski myndugleikin má taka stig

Samgongan hevur nú í sløk 3 ár tosað, um at útvega lærupláss men onki er hent. Tað kann ikki koma óvart á politiska myndugleikan, at trot verður á faklærdari arbeiðsmegi, tá ið sami myndugleiki samtykkir at fara í holt við fleiri stórar byggiverkætlanir samstundis.

Andstøðan hevur áhaldandi víst á trupulleikarnar, ið fara at koma, og hevur lagt fleiri uppskot fram, ið kundu verið ein partur av loysnini at nøkta tørvin á faklærdari arbeiðsmegi. Samgongan hevur felt tey øll, sum eitt.

Brúka okkara egna tøka fólk

Fakfeløgini hava gjørt vart við, at tað eru 1000 arbeiðsleys, umframt eini 300 ið eru dottin burtur úr ALS. Ein stórur partur av teim arbeiðsleysu eru ófaklærd, ið ikki tykjast at sleppa úr ALS skipanini tí onki arbeiðið er til tey. Her átti politiski myndugleikin, fyri langari tíð síðan at hava tikið stig, so hesin parturin av arbeiðsmegini fekk ein møguleika, nú byggivirksemi økist. Til dømis kundu hesi fólk fingið tilboð um eina styttri upplæring so tey høvdu møguleika at bjóða seg fram á arbeiðsmarknaðinum.

Innflyta handverkarar og hvat so

Loyvið at innflyta faklærda arbeiðsmegi fatar um ES borgarar. Hesir skulu hava tryggja minst 30 tímar arbeiðsviku og føroyska løn. Í okkara grannalondum er sosial dumping ein ovurhonds stórur trupulleiki. Vit hava sæð dømir um, at hóast arbeiðarin, á pappírinum, er tryggjaður sáttmálaløn og trygging í samband við vanlukkur og sjúkur, so er hetta als ikki veruleiki. Orsaka av at teir millummenn, ið útvega hesa arbeiðsmegi, fara avstað við peninginum. Vit hava eisini sæð dømir um, at útlendska arbeiðsmegin er undirlønt og verður brúkt til at trýsta lønina hjá lokalu arbeiðsmegini niður. Hava vit nakra trygd fyri at tílíkt ikki hendur hjá okkum ? Sosial dumping er, tíverri, ein altjóða trupulleiki, tí kann ein seta spurningin um vit sleppa undan trupulleikanum her hjá okkum.

Vit eiga at berjast ímóti sosialari dumping bæði á sjógvi og landi

Javnaðarflokkurin hevur varpa ljós á sosiala dumping á sjónum og víst á loysnir, ið kunnu steðga hesum. Hesar loysnir eru feldar í tinginum, ikki minni enn 3 ferðir. Onki sæst til, at samgongan vil seta aðrar loysnir í staðin. Nú vit eisini fara at innflyta arbeiðsmegi á landið, er spurningurin ikki minni aktuellur og tí eiga átøk at verða sett í verk, ið hava til endamáls at basa hesum trupulleika.