Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.


 

Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Annika Olsen (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

Útjavning kvalir alla menning

2019-01-09 21:01

Í samrøðu við KVF sigur Kristina Háfoss, landsstýriskvinna í fíggjarmálum, at munurin á inntøkunum í føroysku kommununum er stórur, og tí verður neyðugt við útjavning av inntøkunum millum kommurnar.

Hetta var ein heldur sjáldsom útlegging av støðuni, tí tað er netupp landsstýriskvinnan í fíggjarmálum, ið hevur økt um fíggjarliga ójavnan millum kommunurnar.

Við broytingunum í lógini um fyritíðarpensjónir sendir landsstýriskvinnan kommununum eina rokning uppá 25 mió. árliga, har serliga Sandoyggin og Suðuroyggin verða hart rakt. Útreiðslurnar hjá Tórshavnar kommunu eru av hesi broyting 8 mió árliga.

Litil virðing fyri kommunala sjálvræðinum
Tað er sjón fyri søgn, at tað gongur væl í føroysku kommununum, men trongdin hjá landsstýrinum at stýra kommunala geiranum, hevur ongantíð verið so stór sum just nú.

Landið leggur útreiðslur út á kommunurnar av uppgávum, sum landið sjálvt hevur ábyrgd av, broytingar vera gjørdar inntøkugrundarlagnum, sum skal fíggja eldraøkið, sum kommunurnar skulu taka sær av, te. broytingar í forskattingini av pensjónunum og tvungna uppsparingin, sum minkar úr 15 % niður í 12% , samstundis sum landið hevur í hyggja at seta eina íløgulóg í gildi, sum skal stýra kommunalu íløgunum.

Í staðin fyri at hava eitt greitt uppgávu- og ábyrgdarbýti millum land og kommunur, so máar landið støðið undan kommunalu uppgávunum, fyri síðani at javna inntøkurnar millum kommunurnar.

Men tað almenna javnar ikki við egnum pengum, men tekur hann frá teimum kommunum, sum klára seg væl og hava stóra inntøku.

Kvala alt hugflog

Setir landsstýrið eina kommunla útjaving í verk, soleiðis sum landsstýriskvinnan í fíggjarmálum ynskir, so kemur hetta at kvala alt hugflog og drepa alla menning, sum er í føroysku kommununum.

Kommunur skulu ikki revsast fyri góðu gongdina. Tað er fullkomiliga burturvið, at tey, sum hava stríðst fyri góðu gongdini, skulu revsast við at lata yvirskotið til aðrar kommunur og politikarar at stýra.

Tað tykist at vera ein stór trongd hjá landspolitikarum at stýra kommununum fíggjarliga. Ongin virðing er fyri kommunala sjálvræðinum. Kommunurnar skulu leggjast undir umsiting av landinum viðvíkjandi íløgunum, og nú skal yvirskotið hjá teimum, sum klára seg væl, javnast til teirra, sum klára seg minni væl.

Landið eigur heldur at geva kommunum frið. Útjavning kann ikki bara snúgva seg um at finna útav, hvar nakrar kommunur lutfalsliga fáa fleiri skattakrónur inn enn aðrar – og so javna munin um alt landið!

Annika Olsen
Borgarstjóri í Tórshavnar kommunu