
Útimøtir betri umstøður
2012-10-29 17:10
Andrias í Køkubúðini, abbi mín, var ein sonn býarmynd, tá tað ráddi um útimøti. Hann var kendur fyri at standa við harmonikuni á Vaglinum og hava útimøti saman við restini av samkomuni.
Flest øll eru samd um, at miðbýurin er blivin ov deydligur, og tiltøk skulu gerast fyri at fáa lív í hann aftur.
Útimøtir og útikonsertir kundu verið ein frálíkur háttur at fingið meiri lív í býin. Sjálvur havi eg ofta luttikið og staðið fyri útimøtum, og er hetta ein ógvuliga hugnaligur háttur at úttrykkja tað, sum ein hevur á hjarta.
Føroyska veðurlagið er ikki altíð til vildar, og tí hava vit lært at lata okkum í eftir umstøðunum. Nú er tíðin komin til at menna karmarnar um útimøtini, soleiðis at tey eisini eru latin í eftir veðurlagnum.
Um eg verði valdur í býráðið, fari eg at virka fyri, at eini 3 ella 4 støð í miðbýnum verða gjørd, soleiðis at tey gerast hóskandi og góðir karmar um útimøti og útikonsertir.
Vinarliga vel meg
Jógvan Poulsen, á lista A til býráðsvalið 13. novembur 2012.