Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.


 

Soleiðis leggur tú á Lesarin

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Útfylling á Sundi

Vit eru tað ættarliðið í Føroya søgu, sum hevur gjørt tey mest ógvusligu inntrivini í náttúruni. Hetta er tó einki at reypa sær av. Vit hava fingið hetta landið til láns í ein mansaldur, og vit skulu geva tað víðari til okkara eftirkomarar, helst so óspilt sum møguligt.

Spurningurin er so, hvat munnu tey fara at siga um okkum; fóru vit vandaliga um hetta land, sum vit sluppu at liva og virka í so leingi sum vit livdu?

Vit máttu fáa veg til Kaldbak fyri at bygdin skuldi yvirliva, og máttu tískil ofra alla fjøruna runt Kaldbaksfjørð til hetta endamál. Tískil hava vit í dag eitt umleið tíggju kilometra langt grótkast runt fjørðin. Tað var eitt ógvusligt inntriv í Føroysku natúruna.

Sigast má tó at hetta var ein neyðug verkætlan.

Hetta var stórsti parturin fjøra sum er valla heilt oman til sjógvin.

Nú hava vit eitt lítið strekki eftir av fjøru, sum gongur heilt niður í sjógv, men tað sær út til, at Tórshavnar Kommuna ikki orkar at síggja hendan vakra blettin, sum eftir er. Um vit hyggja eftir, so er hetta einasta økið í øllum Suðurstreymi sum er eftir har fjøran gongur heilt niður í sjógv. Møguliga er okkurt lítið økið í Kirkjubø har fjøran er skapað á henda hátt.

Fyrrverandi borgarstjórin hevur víst á at hetta er ein gomul ætlan, men er tað samsvarandi við at ætlanin er góð?

Bøurin á Sundi bleiv allur tikin, skerið bleiv lagt undir betong og arbeitt varð mest sum dag og nátt fyri at fáa verkætlanina lidna.

Liðug bleiv hon, men lá síðani í umleið tríati ár forlátin. So kunnu vit spyrja, var tað ein neyðug verkætlan? Neyvan

Í dag húsast tvær fyritøkur fram við keikantinum á Sundi, men hvørgin hevur tilknýti til sjógvin. Tað var høvusgrundgevingin fyri at taka og oyða eina lítla bygd í sudurstreymi: At stimbra um fyritøkur, ið hævdu eitthvørt tilknýti til sjógvin.

Tær fyritøkur. Ið nú húsast á Sundi kundu eins væl ligið uppi á Skarðshjalla; har eru stór vinnuøkir sum kommunan hevur gjørt til júst slíkt virksemi.

Um tað er aling, sum skal á Sund so er bara at brúka verandi øki til aling, men eg ivist í, um japanarar fara at gótaka aling við siðuna av dálkandi ravmagns- og asfaltverkum, umframt einari dustandi betongfyritøku.

Vit vita, at grótið, sum kemur upp úr Eysturoyðartunlinum skal koyrast onkrastaðni,

men er tað neyðugt, at leggja tað har óspilt nattúra er frammanundan? Vit hava sum sagt eitt umleið tíggju kilometra langt grótkast runt allan fjørin, har fjøran er burtur.

Millum sund og Kaldbaksbotn er eitt øki sum nevnist í Breiðáum, og har er á leið sama dýpi sum á Sundi. Við at leggja gróti har, fæst sama uppland, og eingin fjøra verður oyðiløgd. Frástøðan at koyra gróti er tann sama, og um viljin er til staðar, so eru eisini loysnir at finna.

Vit hava tveir firðir í Tórshavnar kommunu: Kollafjør og Kaldbaksfjørð. Kollafjørður bleiv oyðilagdur av grótinum sum kom úr Vágatunlinum, og fólk á Signabø og Kollafirði líða nógv undir larmi, frá bingjuhavnini sum er løgd á hetta grótkast innast í fjørinum. Skulu vit nú eisini oyðileggja Kaldbaksfjørð, við gróti úr einum øðrum undirsjóvartunli, og møguliga einari stórari bingjuhavn seinni í framtíðini? Tá verður ikki stutligt at búgva í Kaldbak, nakrar fár hundrað metrar frá einari stórari bingjuhavn við Middagsfjalli í bakgrundini,við sínari hædd á 300 metrar, sum kastar allan larmin beint yvir á bygdina. Høgu fjøllini báðumegin fjørðin kasta ljóði millum sín, sum var fjørðurin eitt stórt ekkórúm.

Vit satsa uppá ferðavinnu sigst, men tað fyrsta ferðafólkini síggja, tá ið tey koma inn í Tórshavnar kommunu norðanfrá er bingjuhavnin á Signabø, og tað næsta er hurlivasin á Sundi. Hvat munnu tey halda? Gløgt er gestsins eyga, ljóðar gamalt orðatak.

Nú ferðavinnan er við at taka dik á seg, munnu tey flestu hava ásanna at náttúran er einasta tilfeingi sum trekkir ferðafólk til sín, men politikararnir í Tórshavn hava ikki fata hettar enn. Teir halda eirindalest á við at oyða hetta so sera viðbrekna tilfeingi, sum vit hava so lítið av.

Fara ferðafólk at vilja koma higar, tá ið alt tað vakra er burtur, og hvat við okkum sjálvum, fara vit og okkara eftirkomarar at trívast her?

Karstin Vang
Kaldbak